Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving: Liðkappingin byrjar aftur um vikuskiftið: Klaksvíkar Talvfelag lokaluppgerð í 1. deild

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin 11/1 byrjar seinna helvt av liðkappingini í talvi, og í 1. deild verður lokaluppgerð í Klaksvíkar Talvfelag millum oddaliðið Klaksvík 1 og Klaksvík 2, sum í løtuni er næstniðast á stigatalvuni.

Støðan í 1. deild, nú kappingin er hálvrunnin, er henda:

1)  Klaksvík 1            13 stig
2)  Havnin 1              12 stig
3)  Sandavágur 1      11 stig
4)  Vestmanna 1         9 stig
5)  Klaksvík 2              8 stig
6)  Havnin 2                7 stig

Liðini møtast soleiðis sunnudagin kl. 14:00

Havnin 2 – Havnin 1
Sandavágur 1 – Vestmanna 1
Klaksvík 1 – Klaksvík 2

– – –

Í 2. deild hevur Klaksvík 3 eisini heimadyst somu tíð, har liðið fær vitjan av oddaliðnum, Sandavági 2, so teir kunnu vænta sær harða mótstøðu sunnudagin.

Klaksvík 3 er í løtuni næstniðast í 2. deild við 9 stigum.

Støðan í 2. deild:

1)  Sandavágur 2     13,5 stig
2)  Toftir                   12,5 stig
3)  Rókur 1                 9,5 stig
4)  Vestmanna 2        9,5 stig
5)  Klaksvík 3             9,0 stig
6)  Kollafjørður           2,0 stig

– – –

Í 3. deild A, har Klaksvíkar Talvfelag eisini luttekur við einum liði, Klaksvík 4, hava klaksvíkingar min sann eisini heimadyst. Teir fáa vitjan av skopuningum.

Støðan í 3. deild er, at Vestmanna 3 er á odda við 12,5 stigum, Havnin 3 er næst við 11,5 stigum, Skopun er trið við 8,5 stigum, og Klaksvík 4 er aftast við 7,5 stigum.

Sostatt er talan um botndyst millum Klaksvík 4 og Skopun í 3. deild A sunnudagin kl. 14:00 í Klaksvík.

Líkt er til, at hetta er seinasta umfar í hesi deildini, so tapandi liðið í hesum dystinum endar helst á aftasta plássi.

– – –

Tann fjórða deildin, har Klaksvíkar Talvfelag luttekur, eru unglingadeildin, og har hevur higartil gingið strúkandi hjá felagnum, tí Klaksvík er á odda í hesi kappingini har vinnarin, eins og í 1. deild, verður kosin føroyameistari.

Støðan í unglingadeildini:

1)  Klaksvík           13,0 stig
2)  Havnin               9,0 stig
3)  Sandavágur       6,5 stig
4)  Vestmanna        5,5 stig
5)  Rókur                 4,0 stig

Sætta og trið seinasta umfar í unglingadeildini varð sambært skránni spælt 7/1-09 kl. 18:00, har oddadystur var millum Havnina og Klaksvík í Havn.

Vit hava í skrivandi løtu ikki úrslitið frá tí dystinum.