Tað var ein sera fegin hópur av telvarum, sum leygarkvøldið um níggjutíðina kom heimaftur til Klaksvíkar við øllum teimum streypum og heiðursmerkjum, sum gjørligt var hjá felagnum at vinna í liðkappingunum, tí KTF vann gull í øllum deildum har tað luttók!!
Tað munnu ganga nógv ár ímillum, at eitt og sama felag vinnur so nógvar liðkappingar í talvi, sum Klaksvíkar Talvfelag í ár hevur gjørt.
Leygardagin vann KTF gull í øllum deildum, har felagð í vetur hevur havt luttakandi lið, nevniliga í ikki færri enn 3 av teimum íalt 4 liðkappingunum, og næsta ár hevur felagið eisini luttakandi lið í øllum deildum.
Trífaldur FM-vinnari.
KTF er føroyameistari í 1. deild,
KTF er vinnari av 3. deild og flutti harvið samstundis upp í 2. deild, og
KTF er føroyameistari í unglingadeildini
Sostatt er KTF trífaldur FM-vinnari í liðkappingunum 2007 og fer næsta kappingarár at hava luttakandi lið í øllum 4 liðkappingardeildum: 1. deild (2 lið), 2. deild, 3. deild og unglingadeildini.
Samanseting av ungum
og tilkomnum telvarum
Eitt framúr, ja, satt at siga ótrúligt avrik av Klaksvikar Talvfelag, sum er mannað við eini góðari blanding av ungum og tilkomnum, royndum telvarum.
Henda samanseting gevur ein sterkan og fjølbroyttan hóp av telvarum, har fjølbroytnið og aldursbreiddin eisini gevur ein tryggleika og trivnað í felagnum.
Veteranlið í 3. deild
Her er vert at hava í huga, at felagið í vetur hevur havt eitt veteranlið í 3. deild, sum gamaní ikki hevur vunnið tað stóra í vetur, tó ikki heilt sørt, men hetta, at hava eitt lið av tilkomnum fólki í felagnum, gevur so nógv annað gott til felagið, og tí er at vóna, at hetta fer at halda fram í komandi tíð.
Barna- og ungdómsarbeiðið
Ein slíkan sigursdag ber ikki til at gloyma tað ómetaliga stóra barna- og ungdómsarbeiði, sum KTF hevur havt í mong, mong ár við Peturi Hans Poulsen formanni á odda.
Fram um alt annað er tað hetta arbeiðið, sum er grundarlagið undir tí viðgongd, sum felagnum í dag er fyri.
HJARTALIGA TILLUKKU VIÐ TRÌFALDA FM-SIGRINUM, KLAKSVÍKAR TALVFELAG!!




