Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – liðkappingin nærkast nú aftur: Ólavur heldur væntandi fram hjá Kl. Talvfelag

(
John Færø)

Hóast Ólavur Simonsen nú er búsitandi í Havn, so verður roknað við, at hann heldur fram at telva við besta liðnum hjá KTF, tá liðkappingin byrjar aftur síðst í oktober.

Burtursæð frá einum skifti í Runavíkar Talvfelag, so hevur Ólavur Simonsen tey seinastu árini verið fastur maður við fyrsta borð á besta liðnum hjá Kl. Talvfelag.

Hetta hevur hann gjørt, samstundis sum hann hevur nomið sær útbúgving á Fróðskaparsteri Føroya.

Eftir útbúgvingin er gjøgnumførd, hevur Ólavur búsett seg í Havn, har hann eisini fyri tað mesta røkir sítt starv hjá fyritøkuni JT-Electric, sum annars hevur heimstað í Fuglafirði.

Av hesi orsøk gjørdist spurningurin aftur aktuellur, hvørjum Ólavur nú fer at telva við.

Sum Norðlýsið skilir, hava KTF og Ólavur tosað saman um hesi viðurskifti, og eftir øllum at døma er líkt til, at hann heldur fram á liðnum úr heimstaðnum.