Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – liðkappingin varð liðug leygardagin: Havnin og Haldur Suni vunnu FM – Klaksvíkin bleiv enn einaferð nr. 2

(
John Færø)

Hóast kollfirðingar høvdu mannað seg framúr væl til dystin ímóti Havnini leygardagin, so vann havnarliðið kortini dystin 3-1 og harvið eisini FM-heitið, meðan Klaksvík, sum vann á 2½-1½ Vestmanna, endaði á øðrumplássi.

Úrslitini
í 1. deild:

Seinasta umfar í øllum deildum varð telvað í kommunuskúlahøllini í Havn leygardagin, og vóru úrslitini hesi.

10. og seinasta umfar í landskappingini:
Toftir – Streymur ½ – 3½
Klaksvík – Vestmanna 2½ – 1½
Kollafjørður – Havnin 1 – 3

Finnbjørn og
Rani vunnu.

Mann fyri mann vóru úrlitini í dystinum hjá Klaksvíkini hesi:

Ólavur Simonsen – John Rødgaard                                      ½ – ½
Rani Nolsøe – John Jacobsen                                               1 – 0
Finnbjørn Vang – Samson Højgaard                                     1 – 0
Tummas Martin Andhoniussen – Jákup á Rógvi Andreasen   0 – 1

Sostatt vóru tað Rani Nolsøe (við hvítum á 2. borði) og Finnbjørn (við svørtum á 3. borðini). Ólavur Simonsen fekk remis (javnleik) við svarta fólkinum ímóti John Rødgaard, meðan Tummas Martin tapi teirra talv.

Endaliga
støðan:

Eftir 10. og seinasta talvumfar er støðan í 1. deild henda:

1)  Havnin          23,5 stig
2)  Klaksvík       22,0 stig
3)  Streymur       21,5 stig
4)  Kollafjørður  20,5 stig
5)  Toftir            20,0 stig
6)  Vestmanna   12,5 stig

Heiðursmerki
eisini í 2. deild.

Eftir javnleik 2-2 ímóti Vestmanna 2 í 2. deild vann næstbesta liðið hjá Kl. Talvfelag eisini heiðursmerki.
Her bleiv tað til bronsu.

Endaliga
støðan:
1)  Sandavágur    26,0 stig
2)  Runavík         23,0 stig
3)  Klaksvik 2     21,0 stig 
4)  Vestmanna 2  17,5 stig
5)  Havnin 2        15,5 stig
6)  Havnin 3        13,0 stig