Flott kempað !! – soleiðis sigur liðleiðarin hjá føroyska talvlandsliðnum, Finnbjørn Vang, nú talv-olympiadan 2008 er av, og Føroyar fyri aðru ferð í talvsøguni hava megnað eina 50% skoru í olympiaduni.
Seinasti dysturin hjá føroyska talvlandsliðnum var týsdagin, har Føroyar vunnu 3½ – ½ móti Sýria.
Finnbjørn Vang, liðleiðari, skrivar á www.faroechess.com, at eitt afturvendandi ynski til hvørt OL er, at Føroyar skora 50%.
Bert eina ferð fyrr er tað eydnast (Moskva 1994), og mangan hevur tað riðið um snarið. Men so endiliga hendi tað aftur !
7 stig av 8 møguligum í 2 teimum seinastu umførunum er bara einastandandi gott. Og samstundis viðførdi tað, at føroyska liðið fekk 22 av 44 møguligum stigum. Ein framúrskarandi endi á einari óvanliga spennandi talvkapping.
Vinnari av Talv OL 2008 gjørdist aftur Armenia.




