Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – toppdysturin endaði javnur:

Norðlýsið

Framúr endatelving tryggjaði Klaksvík javnleik og oddasess

Sanniliga kann telving vera bæði dramatisk og spennandi. Tað var sjón fyri søgn í oddadystinum í Skákinum leygardagin, tá vestmenningar leingi stóðu til ein sigur á klaksvíkingum. Men við snildi og treiskni bardu eitt nú Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe seg innaftur í sínar talvdystir, soleiðis at KTF, tá av tornaði hevði fingið javnleik og harvið varðveitt oddasessin í sterkastu liðkappingini. Um trý tíðina seinnapartin leygardagin stóð einki til hjá besta talvliðnum í Klaksvík, KTF1. Hesa løtuna sá tað út til, at allir klaksvíkingarnir fóru at tapa – kanska burtursæð frá Heina Olsen, men har var støðan heldur ikki betur enn hampulig. Ein hóttandi 0-4 ósigur var í væntu, um ikki vend kom í hjá klaksvíkingunum. Tey, sum hava skil á telving, dugdu at síggja tað á støðunum á talvborðunum, men tað var ikki neyðugt at duga at lesa talvini av, tí andlitsbráini søgdu alt. Fjáltur og stórt álvarsemið stóð málað í andlitunum á teimum fýra á besta Klaksvíksliðnum. KTF sterkari á pappírinum Á pappírinum var heimaliðið eisini favorittur at vinna, tí samanlagt vóru ratingtølini (styrkistølini) nakað hægri hjá klaksvíkingum enn hjá vestmenningum. 1) Heini Olsen FM 2309 – John Rødgaard IM 2364 2) Finnbjørn Vang 2109 – Samson Højgaard 1954 3) Ólavur Simonsen 2093 – Jákup á Rógvi Andreasen 1946 4) Rani Nolsøe 2030 – Sjúrður Thorsteinsson 1935 Tvs. ÍALT: Klaksvík 8541 – Vestmanna 8199 Sostatt var tað bara á fyrsta borði, at vitjandi telvarin hevði tað hægra styrkistalið, meðan tað á øllum honum borðunum var nokksto stórur munur til fyrimunar fyri heimaliðið. Men sum so mangan, so er tað ikki støðan á pappírinum, ið ger dystir av, men hinvegin dagsformurin, og har skuldi tað vísa seg, at Vestmanna hevði betra takið – í øllum førum at byrja við og rættiliga langt inn í talvini. Heini helt javnleik við svarta fólkinum John Rødgaard og Heini Olsen eru tveir av størstu profilunum innan føroyska telving yvirhøvur, sum aðrir telvarar hava sera stóra virðing. Og tað kemur nú heldur ikki av ongum. Heini Olsen eigur metið fyri flestu føroyameistaraheitini fyri einstaklingar, og John Rødgaard eigur millum annað metið fyri flestu landsdystirnar fyri Føroyar, sum eru 127 í tali. Í tí høpinum er Heini eisini millum teir allarfremstu. Við 70 landsdystum er hann nr. 5 á yvirlitinum. Talan er sostatt um tveir av okkara allar fremstu telvarum, sum í mong mong ár veruliga hava myndað føroyska telving, bæði á landsliðnum og í heimligu kappingunum. Virðingin uttan um fyrsta borðið í Skákinum leygardagin var tí stór. Í fyrra dystinum millum VT og KTF1, sum var í Vestmanna, vann Heini á John Rødgaard. Heini hevði tá hvíta fólkið, sum kann hava eitt sindur av ávirkan, tá talan er um so dugnaligar og javnar telvarar, sum John og Heina. Hesa ferð hevði John Rødgaard hvíta fólkið, og sama um tað mundi hava ávirkan ella ikki, so vísti tað seg, tá teir høvdu telvað eina løtu, at John hevði vunnið sær ein fyrimun í støðuni. Í øllum førum tóktist Heini at vera meira upptikin við at verja, meðan 51 ára gamli veteranurin av Tvøroyri, sum altso telvar við vestmenningum, sá út ti at vera eitt sindur meira í álopsstøðu. Men tá tú ert uppi ímóti Heina Olsen, er als ikki vist, at ein fyrimunur fer at enda við sigri, og hetta vísti seg eisini leygardagin. Tá av tornaði, mundi Heini hava vart væl – í øllum førum kom ikki meira burtur úr fyrimuninum hjá Rødgaard, og so samdust høvdingarnir báðir um remis (javnleik). Við tryggu telvingini hjá Heina var fyrsta hálva stigið nú komið til høldar hjá heimaliðnum – men enn vóru allar súðir ikki syftar – “vestan”stormurin leikaði nógv harðari í onkrum av hinum talvunum. Hart kroystir klaksvíkingar Um 2-tíðina – tá telvararnir høvdu sitið í umleið 2 tímar – var ikki so greitt, hvønn veg tað bar í hesum týðandi talvdystinum. Hjá Heina og John á 1. borði var framvegis eingin avkláring rættiliga komin um nakra yvirvág til annan, og nakað tann sama var støðan á 4. borði, har Rani Nolsøe við hvíta fólkinum hevði 20 ára gamla Sjúrð Thorsteinsson yvir av sær. Øðrvísi og lívligari var á 2. og 3. borði, har ávíkavist Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen umboðaðu heimaliðið – báðir eru telvarar, sum meir og minni eru eyðkendir fyri lívliga og skjótt hugsandi telving. Eitt nú er Finnbjørn framúr sterkur í kvik- og snartelving, og Ólavur hevur mangan víst, at hann kann vinna talv, eisini um hann hevur mist (ofra) eitt talvfólk í byrjanini av talvinum. Eftir tveir tíma telving mettu menn, at Ólavur kanska hevði vunnið sær ein lítlan fyrimun ímóti 26 ára gamla Jákupi á Rógvi Andreasen, men verri var statt hjá tí annars so talvstinna Finnbjørn Vang. Mótstøðumaðurin hjá honum, Samson Højgaard, sum forrestin er hálvur árnfirðingur, hevði undan leygardegnum ongantíð fingið nakað stig ímóti Finnbjørn, men nú vóru ábendingar um, at 36 ára gamli Samson hesa ferð fór at verða tann sterkari. Næstan tveir tímar seinni, tá klokkan nærkaðist 4 seinnapartin, var støðan blivin enn verri hjá klaksvíkingum. Ja, fyri at siga sum er, so var støðan so ring ta løtuna, at øll talvini kundu enda við sigri til vestmenningar – altso 0-4, sum hevði verið ein vanlukka fyri FM-kandidatarnar úr KTF! Ólavur vendi tapi til sigurs Fyrstur at bøta um ringu støðuna hjá KTF var Heini Olsen. Sum áður greitt frá, fekk hann javnleik ímóti John Rødgaard – og so var støðan ½ stig í part. Hinvegin stóð einki til hjá hinum trimum klaksvíkingunum, og støðan bleiv bara enn meira spennandi hesa løtuna av, at so at siga allir telvararnir samstundis komu í tíðarneyð. Hesar spennandi minuttirnar vóru leikirnir sera nógvir, har kvikar hendur næstan støðugt fluttu talvfólk og trýstu á klokkurnar. Onkur helt, at Ólavur mundi hava gjørt onkran minni hepnan leik, tí har sá einki út hjá honum á talvborðinum, har mótstøðumaðurin tóktist hava yvirtakið og álopið. Í hesi krevjandi støðuni var tað ein fragd at eygleiða harra Simonsen við talvborðið, har hann – hóast sera lítla tíð á klokkuni – við penni í aðrari hondini og góðum yvirblikki ikki lat seg órógva av trýstinum og spenninginum. Tað var heilt týðiligt at síggja á honum, at hann hevði eina ætlan, og hana helt hann fast um, og so við og við sást fjáltur koma á mótstøðumannin, Jákup, og brádliga – mitt í rokinum av kvikum leikum – so hevði Ólavur vunnið talvið!! Lættin var sjónligur á klaksvíkingunum, ið vóru so fegnir, at onkur reistist og gav Ólavi eitt klemm fyri avrikið. Nú var knappliga vent í holuni – støðan var nú 1½-½ til KTF! Rani vardi framúr væl Tíverri var støðan ikki til at bjarga á 2. borði. Samson Højgaard hevði nú vunnið sær ein heilt greiðan fyrimun, og hóast Finnbjørn royndi sítt ítarsta, so helt Højgaard fast um fyrimunin, og løtu seinni hevði hann vunnið talvið og harvið javnað til 1½-1½. Nú vórðu øll eygu vend ímóti 4. borði, har úrslitið millum Rana Nolsøe og unga Sjúrð Thorsteinsson nú var avgerandi fyri, hvat liðið vann hendan avgerandi dystin. Heldur ikki hjá Rana var støðan góð. Tá av tornaði, sat hann við kongi og einum bispi, meðan Sjúrður hevði kong og fimm finnur, men hóast stóra yvirtalið av fólki á borðinum, so megnaði Sjúrður ikki at vinna talvið. Her mundu drúgvaru royndirnar hjá Rana koma honum tilgóðar, tí tað eydnaðist honum at enda at tvinga eina støðu fram, ið gav remis (javnleik). Við hesum var javnleikurin eisini tryggjaður í tí samlaða dystinum millum KTF1 og VT, og harvið var oddasessurin hjá KTF1 varðveittur, nú 3 umfør eru eftir at telva í 1. deild. Støðan í 1. deild: 1) KTF1 17,0 stig 2) VT    16,0 stig 3) HT     9,0 stig 4) ST     7,5 stig 5) KTF2 5,5 stig 6) KT     0,0 stig Úrslitini, 7. umfar í 1. deild: KTF1 – VT 2-2 Heini Olsen – John Rødgaard ½-½ Finnbjørn Vang – Samson Højgaard 0-1 Ólavur Simonsen – Jákup á Rógvi Andreasen 1-0 Rani Nolsøe – Sjúrður Thorsteinsson ½-½ HT – ST 1½-2½

Harleywoodpaint