Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tendra eitt ljós í myrkrinum!

Danial Viðoy

Í dag, 10. desember, er Altjóða Mannarættindadagur.

Í dag, 10. desember, er Altjóða Mannarættindadagur.

So ljóðandi skriv er sent Norðlýsinum frá deildini hjá Amnesty í Føroyum:

Tá heimsins lond samtyktu ST-yvirlýsingina um universell mannarættindi tann 10. desember í 1948, var bjartskygni í hásæti. Endiliga høvdu heimsins lond bundið seg til

at verja og virða nøkur grundleggjandi rættindi uttan mun til politiskar, mentanarligar og átrúnaðarligar kringumstøður. Á altjóða mannarættindadegnum í dag, tann 10. desember, standa bjørtu vónirnar frá 1948 í skugganum av einum veruleika, sum seinnu árini er vorðin alsamt daprari. Kríggið í Sýria, søguliga stóri flóttafólkastreymurin og blóðugu álopini í París mynda tíðindaflutningin, men kring allan heimin verða minnilutar forfylgdir dag og dagliga, og triðja hvør kvinna undir sólini hevur verið fyri harðskapi onkuntíð í sínum lívi.

Tí er neyðugt at markera altjóða mannarættindadagin í dag, tann 10. desember. Amnesty International hevur samtykt, at høvuðsátøkini hjá felagsskapinum næstu árini verða at verja rættindini hjá fólkum í krígsraktum økjum, og at verja sonevndar ”mannarættindaverjar”, sum í gerandisdegnum arbeiða fyri grundleggjandi rættindum sum t.d. talufrælsið og rættartrygd.

– Tá eg fyrstu ferð tendraði Amnestyljósið, hevði eg í huga kinesiska orðatakið, heldur kveikja eitt ljós enn at banna myrkrinum.

Soleiðis segði Peter Benenson, sum stovnaði Amnesty International. Tað var grundleggjandi kenslan av rættvísi og trúgvin uppá, at einstaklingar kunnu gera ein mun, sum fekk Peter Benenson at tendra eitt ljós og seta á stovn Amnesty International í 1961. Í fleiri ár hevur Føroya deild í sambandi við altjóða mannarættindadagin heitt á fólk um at seta eitt ljós í gluggan fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi eru skerd.

Vit eggja eisini fólki til at skriva brøv, og í sambandi við altjóða mannarættindadagin skipa allar deildir hjá Amnesty fyri einum heimsumfatandi skrivitátaki. Vit hava longu skrivað nærum 300 brøv, og í dag eru skrivitiltøk á Bókasavninum í Klaksvík, í Miðlatúni í Vági og í Sirkus í Havn. Eins og tað komandi dagarnar eru ein røð av skrivitiltøkum kring landið, t.d. á Býarbókasavninum í Havn, í Café Cibo í Runavík. Tú kanst eisini skriva og senda títt egna bræv heimanífrá. Les meira um hetta á MARATHON.AMNESTY.FO.

Amnesty hevur skipað fyri brævaskriving í fleiri enn 50 ár, og hvørt ár síggja vit, at brøvini gera mun. Heimsins lond eru ikki immun yvir fyri altjóða trýsti, serliga tá tey koma í túsundatali úr øllum heiminum í senn.

Eitt dømi er 26 ára gamli Móses Agatugba, sum eftir tíggju árum á deyðsgongini í fongsli í Nigeria varð leyslatin, eftir at aktivistar hjá Amnesty høvdu skrivað fleiri túsundtals brøv til stjórnina í Nigeria.

”Stuðlarnir hjá Amnesty eru mínar hetjur”, sigur Móses Agatugba í dag.

Góðan altjóða mannarættindadag 2015

Amnesty International Føroya deild