Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tendraði óivað skeiva plátu á komfýrinum

John William Joensen

Hósdagin kom eldur í eini hús í Gerðum og politiið sigur at orðsøkin var óivað komfýrurin

Um middagsleitið hósdagin 6. september kom eldur í eini sethús í Gerðum.
Sløkkiliðið varð boðsent og skjótt var tamarhald fingið á eldinum.

Stórur skaði
Av politistøðini í Klaksvík verður sagt at skaðin var sera stórur.
Øll tann ovara hæddin hevur fingið eld, hita, royk og vatnskaða.
Húsini eigur Jógvan Andreas Joensen men tey hava verið útleigaði í mong ár.
– Konan sum býr í húsinum hevði sett døgurðan útá áðrenn hon fór eitt ørindi.
– Serfrøðingar frá Kriminaldeildini hava kannað eldsbrunan og teir hava staðfest at eldurin er byrjaður i komfýrinum.
– Hildið verður at konan hevur tendra skeivu plátuna á komfýrinum.
– Tá hon kom aftur slapst ikki inn fyri royki, sigur Karl Johansen løgreglumaður 

Myndirnar hevur J. Edvin Hansen tikið