Eg vildi ynskt, at tað bar til at koyra teppið fyri klokkuna og vit ikki sóu, hvussu nógv tíð var eftir, tí veruleikin er tann, at vit duga illa at koma framum og halda eina leiðslu, sigur Svein Rógvi Nielssen
Eg vildi ynskt, at tað bar til at koyra teppið fyri klokkuna og vit ikki sóu, hvussu nógv tíð var eftir, tí veruleikin er tann, at vit duga illa at koma framum og halda eina leiðslu, sigur Svein Rógvi Nielssen Ljósstein, sum gav misnýttu møguleikunum seinastu 10 minuttirnar skylduna fyri tapið í kvøld. Annars var hann væl nøgdur við harða arbeiði hjá leikarunum.
– Hetta er sama skøvaða søgan í 3. dystinum á rað, at vit ikki skora uppá møguleikarnar.
Tað var fyrsta viðmerkingin eftir dystin hjá venjaranum hjá Team Klaksvík, sum eitur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, tá Norðlýsið hitti hann eftir dystin. Team Klaksvík hevði trupulleikar í fyrra hálvleiki og var m.a. aftanfyri 12-8, men síðani javnaði dysturin seg út.
– Sum heild so kann eg siga, at 10 teir fyrstu minuttirnir í dystinum eru syrgiligir. Verjuspælið í fyrra hálvleiki var ræðuliga vánaligt, meðan álopspælið var gott allan dystin. Í hálvleikinum fáa vit rætta uppá verjuspælið og blíva meira verjukendir. Tá fanga vit teir og tað blívur ein dystur, sum seinastu 10 minuttirnar kann koppa báðar vegir. Teir síðstu 10 minuttirnar hava vit 8 skot frá vonginum, sum vit brenna. Tá tað er javnt og eitt mál á muni, so kann man ikki vinna við slíkum brendum møguleikum, sigur venjarin.
Skulu arbeiða við tí mentala
Hví hava tit so trupult við at skora frá vonginum seinastu løtuna? Er tað ein góður málverji, skeiv skotvenjing ella spælir tað mentala kanska inn?
– Vit eru ikki skarpir nokk í skotunum. Vit venja nokk, men vit hava kanska ov nógv fokus uppá vengurnar og tað kann spæla inn skeiva vegin. Vit mugu finna ein annan hátt at venja vong skot og kanska finna nýtt smáspæl millum vong og bakk. Men sannleikin er tann, at vit aftur í dag gera framstig. Vit vóru eftir mínum tykki betri enn móti STÍF. Í dag spæla vit móti einum liði, ið hevur vunnið allar dystirnar og teir vinna akkurát. Zarko spælir ein góðan dyst og Igor er komin væl við, tí hann skjýtur nøkur “dundur” skot her í seinna hálvleiki, meðan tað er gott at hava Dánjal við aftur. Í dag mangla vit kanska eitt sindur frá málverjunum, men hinvegin hevur málverjin nakrar bjargingar her í endanum. Vit mugu ikki gloyma tað, at fyri Team Klaksvík er tað ringt at vinna ein hondbóltsdyst. Eg kundi gott hugsað mær, at man kundi koyrt teppið fyri klokkuna, so vit ikki sóu, hvussu nógv tíð er eftir, tí veruleikin er, at vit duga illa at koma framum og vera frammanfyri við at halda eina støðu, og tá spælir tað mentala inn. Tað má brótast við at vinna næsta dyst, sigur Svein Rógvi.
Sigurin nærkast
Svein Rógvi stúrir annars ikki fyri komandi vikunum.
Í dag er fitt av áskoðarum, sum síggja eitt Team Klaksvík lið, sum stríðist til tað allar seinasta. Sjálvt u vit brenna nógv, so koyra leikararnir á. Og fyrr ella seinni fara vit at vinna ein dyst vegna hart arbeiði. Eg síggi tí sum heild posetivt uppá tað og vónandi kemur sigurin móti Kyndil, segði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein eftir dystin.




