Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Teppikonurnar farnar í summarfrí

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Hvønn hósdag seinnapart hittast um 12 konur í Smæruni – í kjallaranum í Sambýlinum á Heygnum, har tær seyma saman puntar til teppir.

Hesir puntarnir eru bundnir um at kalla alt landið og verða so sendir til Smæruna í Klaksvík at seyma saman til teppir.

Í hvørjum teppi eru 88 puntar, og hava tær í ár seymað 45 teppir. Teppini fær Absalon Matras, sum hevur tey við sær sum gávur til fólk, hann stuðlar í Rumenia.

Tær byrjaðu at seyma hesi teppi í 2014, og hava tær síðani tá seymað 148 teppir – ella tilsamans 13.024 puntar.

Nú í dag høvdu tær eina hugnaløtu við einum betri drekkamunni og hugdu at ársins verki, sum tær fegnaðust um at kunna verða øðrum, ið treingja, til góða nyttu.

Samstundis fara “Teppidamurnar” í Smæruni í summarfrá, men byrja gleðiliga aftur út á heystið.