Eitt brek á skrúvuna hjá Sam, gjørdi ídag at Sam noyddist til Havnar á sleipistøð og tí røkir Ternan Kalsoyarleiðina.
Regin Vágadal frá Strandferðsluni sigur, at teir vita ikki orsøkina til at eitthvørt brek er komið á skrúvuna. Sam verður á sleipistøðini í Havn um umleið ein hálvan tíma, og tá fáa vit nærri at vita hvussu umfatandi skaðin er. Men vit ganga út frá at Sam kann fara aftur í sigling ímorgin. Men sjálvandi, sigur Regin Vágadal víðari, skal ein heilt nýggj skrúva bestillast, so kann tað taka longri tíð.
Ternan hevur áður roynt seg á Syðradali og tað ber væl til so leingið veðrið er hampuligt.




