Heimiðvið Vágna er ein vitleys verkætlan og aftur eitt dømi um, at lærda fólkið, sumstýrir landi okkara í dag, heilt hevur mist sambandið við føroyska veruleikan.
Hettakundi hóskandi verið eitt heim fyri gamlar, forkelaðar miljardingar úr Floridaog ikki føroyingar, sum koma úr vanligum fiskimanna- og arbeiðsmannaheimum.
Fyri5000 árum síðani bygdu faroarnir pyramidir, fyri at minni teirra skuldi verðavarðveitt um allar tíðir. Tann kendasta av teimum verður rópt Keops-Pyramidan. Honer enn at síggja í Egyptalandi.
Taðman vera sami hugsunnarhátturin her: onkur roynir at seta sær minnisvarða (fyri annans rokning)!
Stiriltog høgt og óunniligt og ikki á nakran hátt menniskjansligt er húsið.
Ístaðin fyri slíkar glæstriborgir, sum saktans kunnu halda í 5000 ár, áttuhóskandi lonir úr timbri at verðið bygdar, sum minna um tað umhvørvi, sumfólkini koma frá.
Slíkbygging hevði neyvan kostað meira enn ein triðing av hesum oyðslinum. Og uttaniva høvdu fólkini trivist ólíka betri í slíkum húsi.
GunnarGallstein




