Ì komandi valskeiðið eigur løgtingi at hugsa um tey eldru framum dýrar tunlar.
Tit skulu minnast til eitt “ Tað eru teimum eldru fyri at takka, at tað er so liviligt her á landi”
Bygging av ellis-og røktarheimum hevur ikki verið nøktandi hetta valskeiðið, tí alt ov lítið av peningi er sett av til endamálið.
Tórshavnar býráð setti sær fyri at loysa barnaansingina í kommununi síðsta valskeið, og hon bleiv loyst. Orsøkin var vilji og raðfesting.
Um komandi løgting ger somu raðfesting og hevur sama vilja, kann tørvurin á ellis- og røktarheimum verða loystur í komandi setu, og tað hava tey eldru uppiborið.
Hetta vil eg arbeiða fyri um eg blívi valdur inn á løgting.
Hava tygum somu meining sum eg, so er lætt at seta krossin tann 19. januar.
Høgni Mikkelsen
Valevni sambandsflokksins




