Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, sigur við Norðlýsið, at Upptøkubólkurin hevði fund hósdagin í seinastu viku um upptøku til sambýlið undir Kráarbrekku og fólkini kunnu flyta inn fyrst í mars mánaða í ár.
Jákup Mikkelsen sigur víðari, at orsakað at hann hevði fingið skriv frá Eldrabólkinum í Klaksvík um støðuna kring sambýlið í Klaksvík, hevur hann spurt seg fyri hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Páll á Reynatúgvu og hjá økisleiðaranum fyri heimarøktina í Klaksvík.
Eg havi fingið váttan fyri, at fundurin skal vera í morgin (hósdagin) og at tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn fyrst í mars mánaða.
Tað sýnist sum um, sigur Jákup Mikkelsen víðari, at ein av orsøkunum til at tað hevur gingið so striltið við at fáa hetta upp á pláss er, at samskiftið ímillum landsstýrismannin og Klaksvíkar Kommunu ikki hevur virka nøktandi. Men nú sær út til at allir trupulleikar í so máta eru beindir av vegnum.
Eg fekk at vita, at orsøkin til at landsstýrismaðurin ikki setir nakran leiðara á sambýlið, men vil hava at økisleiðarin sjálvur skal vera leiðari, er, at eldraøkið í næstum skal leggjast út til kommunurnar og tá stendur kommununi frítt, um hon vil seta ein leiðara afturat ella ikki, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður at enda.




