Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey eldru ov lítið og tey yngru ov nógv

John D. Olsen

Sambært eini bretskari ættarliðskanning, siga bretar yvir 65 ár, at teir angra, at teir ikki foldaðu seg meir út kynsliga, tá teir vóru yngri.

50% av teimum 1500 eldru bretunum, ið vóru við í kanningini, siga,at tey høvdu ynskt, at tey høvdu eitt meira aktivt sexlív, tá tey vóru yngri. Politikken.dk, skrivar, at hetta møguliga hongur saman við, at 21 % av teimum spurdu, høvdu ynskt at tey høvdu valt ein annan at gift seg við enn tey gjørdu.

1500 yngri bretar (20-29ár) vórðu eisini spurdir, um havt teir angraðu mest. Ein knappur ¼ av teimum ungu eru vís í, at tey ikki fara at angra eitt heldur dovisligt kynslív, tá tey verða eldri. Tey angra longu, at tey hava verið saman við ov nógvum persónum, skrivar politikken.dk.