Trøini, sum fyri fáum vikum síðan vórðu flutt úr miðbýnum út á ymisk støð í býnum, tykjast at hava yvirliva flytingina, sum kønar hendur á býarfríðkanardeildini skipaðu fyri. Mei mánaður er júst byrjaður, og longu nú prýða tey ymisk grøn øki kring um í býnum.
Myndin í hesi greinini er tikin uttarlaga á vestara armi, har nøkur av trøunum, sum máttu flyta fyri nýggju rundkoyringini í miðbýnum, er sett niður á einum grønum bletti, og sum myndin eisini prógvar, tykjast tey at hava tað gott úti á Bumshamri, hóast nýggja heimstað teirra liggur langt burturi frá miðbýnum, har tey stóðu til fyri stuttum.
Hetta slagið av trøum verður á føroyskum nevnt royniviður (á donskum: røn), sum er rímiliga harðført og tí væl egnað til føroysk viðurskifti.
Hans Hjalti Skaale býargartnari upplýsir, at tað tekur nøkur ár hjá trøum at festa røtur av nýggjum, og at trøini tí hesa fyrstu tíðina eru í sindur meira útsett enn annars.
Nú bløðini eru komin, taka tey meira vind a seg. Tí verður møguliga neyðugt at binda tey eitt sindur meira upp upp, sigur býargartnarin, sum dagliga fylgir væl við gongdini í vøkstrinum og trivnaðinum hjá fluttu trøunum.
So er bert at vóna, at fluttu trøunum framhaldandi verður lív lagað til prýði fyri býin og gleði fyri borgararnar.




