Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey fornisku vitja í Leikalund

John William Joensen

Nú kvøldini gerast myrk og long og tindarnir hava hug at hvítna, verður skipa fyri kvøldsetu í Leikalund.

Evni er frásagnir um tey fornisku og ymsar løgnar hendinger, bæði fjálgar men eisini meira óunnuligar, ið fólk kring landið hava uppliva.

Fleiri av søgunum eru úr Klaksvík og norðuroyggjum annars.

Vit fáa vitjan av navnframa Petur Jacob Sigvardsen í kemur at greiða frá.

Petur Jacob Sigvardsen hevus savna saman ein hóp av slíkum frásagnum,

og eru hesar festar á blað í bókaverkinum "Hin heimurin",sum kemur at fevna um tríggjar bøkur

Fyrsta bókin í røðini kom út í fjør, og nú er so onnur bókin júst útkomin.

Vit halda at gomlu handilshølini úti í gomlu Klaksvíkini eru av bestu kørmum til at hoyra slíkar frásagnir,

og gleða vit okkum til hesa skýmingarløtuna saman við Petur Jacob Sigvardsen.

Kvøldsetan verður nú mánakvøldið 5. oktober kl 19.00, so ver vælkomin til eina spennandi løtu saman við teimum fornisku.

Høvið verður eisini at síggja nýggju bókina eins og okkurt gott verður til góman.

Leikalund