Sunnudagin seinnapartin setti Norðoya Gongufelag limum sínum og øðrum stevnu at ganga niðan á Tyril. Veturin hevur eisini sínar upplivingar á fjøllunum at bjóða.
Gongutúrurin byrjaði við Ítróttarhøllina á Kambsdali, har vit hittust. Síðani var gingið fram við Ytru Marknaánni og niðan Trælavatn.
Frá Trælavatni gekk leiðin meira suðureftir beint niðan á Tyril. Ein góður gongutúrur, eitt sindur tungur, men sera væl gongdur.
Eg var við við mínum fototóli, so samanborið við vælvændu gogufólkini darlaði eg skjótt aftast. Komin niðan á Trælavatn var eitt ótrúligt útsýni, sera frítt fyri. Hagani sóust nógvir fjallatoppar, sjálvt Nestindar dagaðu uppundan omanfyri Fuglafjørð og sogar sást gjógvin í Gravardali omanfyri Kjølin.
Hini vóru komin somikið longri enn eg, bæði tí eg títt og ofta skuldi brúka fototóli, skifta linsur og hvat veit eg, men helst eisini tí eg var í eitt sindur verri venjing enn tey flestu. Onkur teirra hevði verið uppi á fimm toppum, beint undan hann kom við á okkara túr, ikki verið heima ímillum, so tað eru tey, ið leggja nógv fyri at náa topparnar á føroysku fjøllunum, so Amanda frá Gongufelagnum kom oman ímóti mær, og vit bæði hildu so eftir Innara Barmi, beint undir Tyrli, út á Nevið og komu so saman við hinum omanfyri Smárøkurnar, har vit sóu rundkoyringina til Leirvíkartunnilin undir okkum. Hagani gekk so túrurin oman.
Vit fóru av Klaksvík um eitt tíðina og eg var aftur við hús um gott og væl fimmtíðina. – Aftur ein ótrúliga góður túrur.
Myndirnar siga restina.




