Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey hildu hond um okkum tá stormarnir ýldu um jólini

Oliver Joensen

At siga takk er ein góður skikkur, tá onkur hevur hjálpt okkum við einhvørjum. Tað gjørdi Finn Stampe fríggjakvøldið á loftinum í KÍ høllini, vegna okkum øll, tá hann heiðraði tilbúgvingarfólkunum í Norðurøkinum.

Fríggjakvøldið var sannur veitsludagur á loftinum í KÍ hølini. Orsøkin var, at Finn Stampe hevði sett sær fyri, at tilbúgvingarfólkið, sum hann hevði sæð á jólum, bjarga húsunum hjá grannanum, tey skuldu einaferð fáa eitt minniligt kvøld, tað skuldi hann persónliga syrgja fyri.

Hugskotið bleiv veruleiki

Fyri umleið trimum vikum síðani kom Finn Stampe inn á redaktiónina á Norðlýsinum. Ørindini hann hevði vóru, at hann vildi hava Norðlýsið at vera við á einum hugnakvøldi fyri øll tey, ið undir tilbúgvingini í Norðoyggjum, bæði sløkkiliðsfólkið , Norðoya Bjargingarfelag og fólk frá byggifeløgunum í býnum, sum høvdu at kalla sett lívið í vága fyri okkum onnur í ódnunum um jólini í 2016.

Finn sigur frá

Jóladag, klokkan var um 13.30. Vit høvdu júst etið ræst kjøt til døgurða og eg hevði sett meg oman í stovuna at njóta mettuna. Beint tá rópar kona mín: “Takið fer av húsunum hjá grannanum”. Eg flúgvi, sum vera man, upp úr sofuni og síggi at einar 3-4 takplátur eru loysnaðar. Ringið beinanvegin til 112 og boðið frá.

Tá eg hevði lagt rørið á, helt eg at eg skuldi taka tíðina, fyri at vita hvussu væl tilbúgvingin virkaði. Faktiskt var tað ótrúligt so skjótt teir bóru at, tí tað gingu ikki meira enn 9 minuttir og góð 30 sekund, til menn vóru á staðnum og klárir at fara upp á taki í hesi kolandi ódnini.

Næstan for nemt

Hugsaði við mær sjálvum. Upp á ein máta, sleppa vit onnur eitt sindur nemt. Eg havi sitið og etið døgurða, takið fer av hjá grannanum, eg kann bara ringja 112 so klára teir alt, og eg kann halda áfram at halda jól. Í tí løtuni hendi eitt ella annað við mær, eg sigið við Gigi, konu mína, at hesir menninir skulu hava ein framúr góðan døgurðabita, tá veðrið einaferð gerst betri, tað skal eg syrgja fyri.

Ná, men eitt er at fáa eitt hugskot, annað er at seta tað í verk. Men eg legði hetta út á facebook, so borið fangaði.

Fór fyrst til vinnufyritøkurnar

Eg hugsaði meg væl um, hvussu eg skuldi bera meg at. Gjørdi síðani av at fara út til vinnulívið her í býnum at vita um ikki eg kundi fáa stuðul hagani. Byrjaði úti á Bumshamri.

Tað tók meg á bóli, hvussu væl hugskot mítt var móttikið. Allastaðni fekk eg ja. Tað gekst so væl, at fleiri spurdu bara hvussu nógv eg skuldi hava. Eg hevði faktiskt fingið nóg mikið av peningi til gildið áðrenn eg kom buktina runt.

Um kvøldið ringdi ein vinnulívsmaður til mín og spurdi, um hann ikki kundi sponsorera Bjargingarfelagnum við 10.000 krónum. Nóg mikið av peningi kom inn til matarseðilin, sum Gepetto hevði givið tiboð uppá og har afturat komu inn 30.000 krónur í gávukekkum til tilbúgvingina í Norðoyggjum, segði Finn Stampa, í fyrireikaði takkarkvøldið til tilbúgvingarfólkið.

Um matarskránna er at siga, at vit fingu ein fiskarætt til forrætt, lambarygg til høvuðsrætt og kaffi við desert omana. Drykkivørurnar vóru vatn, sodavatn, øl, hvítvín og reyðvín, so har treyt ikki við nøkrum. Serveringin var, sum á bestu hotellum. Matstovan Gepetto stóð fyri matgerð og servering.

Finn Hansen,

tilbúgvingarleiðari fegnaðist um tiltakið hjá Finni. Hann segði millum annað, at tað var sera fløvandi at vinnan, saman við einstaklingum stóð saman um at stuðað hesum tiltaki. Hann takkaði serliga Finn Stampe fyri at hava staði fyri hesum og undirstrikaði, at hann setti stóran prís upá tykkum.

Tilbúgvingarleiðarin nevndi eisini at hendan løtan var søgulig fyri sløkkiliðið í Norðurøkinum, tí hetta er fyrsta ferð, sum hann visti um at umboð fyri allar brandlistarnar í økinum vóru samlaði. Í samband við tilbúgvingina er samstarvið munandi styrkt ímillum oyggjarnar her seinnu árini. Kommunusamanlegging og samstarvsavtalur ímillum kommunur hava gagna okkum, sum arbeiða við tilbúgving og ikki minst hevur hetta verið til gagns fyri borgararnar.

Eitt sterkt toymi

Finn Hansen nýtti eisini høvið at takka limunum í Sløkkiliðnum og Norðoya Bjargingarfelag fyri væl úr hondum greitt arbeiði og nevndi, at til samans vóru áleið 240 skaðar skrásettir í illveðrinum um jólini 2016, so tað eru ikki smávegis skaðar, sum tit hava tikið hond um. Hann takkaði eisini byggifyritøkunum í býnum, sum eisini vóru við á fundinum. Hann helt, at tað hevði sera stóran týdning at byggifyritøkurnar at kalla sleptu øllum og komu tilbúgvingini til hjálpar, bæði við fólki og útgerð.

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri takkaði í stuttari røðu. Hann segði millum annað, at tað er fantastiskt at hava fólk, sum vilja leggja lív og sál í sítt arbeiði, seta egnan komfort til síðis fyri at tæna øðrum. Seta seg sjálvan í vanda fyri at hjálpa teimum ið eru komin illa fyri.

Tá ið stormar íla, og øll verða biðin um at halda seg innandura, tá er brúk fyri tykkum. Eg tosi fyri okkum øll, ið búleikast í kommununi, tá ið eg sigið tykkum inniliga takk.

At enda vóru gávukekkar handaðir.

Eisini vit á Norðlýsinum bera Finni Stampe eina hjartans tøkk fyri hetta framúr átak, sum í veruleikanum var ein tøkk frá øllum borgarum í kommununi til Sløkkiliðið í Klaksvík, Norðoya Bjargingarfelag og ikki minst til byggifyritøkurnar í kommununi.

Harleyfacadeacryl