Almannaverkið bjóðaði fólki við sálarliga avmarkaðum førleika og starvsfólki innan økið til ítróttardag í Leirvík ídag.
Almannaverkið bjóðaðifólki við sálarliga avmarkaðum førleika og starvsfólki innan økið til ítróttardag í Leirvík ídag.
Norðlýsið var ein túr á ítróttarøkinum við myndatólinum. Snorri Brend, ið var ein av starvsfólkunum á ítróttardegnum vísti okkum runt og greiddi frá.
Snorri Brend segði, at tað var Eysturkommuna, ið bjóðaði morgunmat og sjálvur borgarstjórin Jóhan Christiansen bjóðaði vælkomin.
Fótbóltur og boccia vóru á skránni tá vit vóru har í morgun, men seinni var skipað fyri Stafettkapping og rundbólti. Fyrst seinnapartin vóru so heiðursmerki í teim ymsu ítróttargreinunum handaðar.
Um tveytíðina seinnapartin skuldi so borðhald við undirhaldi vera, har Annika Olsen, lanssstýriskvinna skuldi flyta fram røðu og ”Dólgarnir” spælatónleik.
Fólk hugnaðu sær rættuliga á ítróttardegnum í Leirvík




