Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey kalla meg mamma

www.klaksvik.fo

Umvegis integratiónspolitikkin hjá kommununi starvast Alma Kjærbo sjálvboðin í Barnahúsinum Margit. Tað eru bæði hon og børnini glað um.

– Eg fortaldi børnunum, at eg eiti Alma, men tey byrjaðu skjótt at kalla meg mamma, fortelur Alma Kjærbo, sum starvast sjálvboðin í Barnahúsinum Margit.

2. mai 2015 legði Klaksvíkar Kommuna fram ein integratiónspolitik, har sjóneykan serliga er á málmenning og samleika millum tilflytarar. Sjálvboðið arbeiði gevur tilflytarum møguleika at samskifta og virka sínámillum á ein góðan hátt. Arbeiðið við børnum er samtundis venjing í føroyskum máli og harafturat er tilflytarin partur av einum arbeiðsumhvørvi. – “Eg havi tað stuttligt saman við børnunum, og tey kalla meg mamma sjálvt um eg fortelji teimum, at eg eiti Alma. Tey hjálpa mær nógv við føroyska málinum, og eg havi eisini fingið íblástur og hug at tosa føroyskt við hús”, greiðir Alma frá.

Tvey sjálvboðin størv eru fyribils sett á stovn í Barnahúsinum Margit og í Snjallubjallu, har ávíkavist Alma Kjærbo og Khuldah Mikkelsen arbeiða sjálvboðið, tá ið tær hava frí. -“Eg havi eina útbúgving innanfyri arbeiði við børnum, sum eg ikki havi kunnað brúkt í nøkur ár”, fortelur Khuldah, og leggur afturat: “Hetta er frálíkt, tí at eg kann venja føroyska málið og samstundis nýta mína útbúgving og starvsroyndir”.

Summir tilflytarar koma í eina tvørstøðu í Føroyum, tá ið tey ikki kunnu nýta útbúgving sína , tí tey ikki duga nóg væl føroyskt.

Samstundis kunnu tey ikki læra málið á nóg høgnum støði, tí tey ongantíð koma í eitt arbeiðsumhvørvi, har tey veruliga fáa vant føroyska málið. Sum Alma greiðir frá: “Eg havi verið glað fyri at starvast á Kósini seinastu 14 árini. Men hesin møguleikin hevur givið mær innlit í eitt annað slag av arbeiði, og serliga nú áhugin fyri arbeiði við børnum er vaksin seinnu árini”.

Størvini í Barnahúsinum Margit og Snjallubjallu eru bæði fyribils í ein til tveir mánaðar alt eftir øðrum arbeiðstíðum og møguleikum hjá tí sjálvbodna.