Klaksvíkingar slógu øll sølumet á Skarvinum eftir 33 ár, ið annar kendur klaksvíkingur átti.
Hesir fýra klaksvíkingar á myndini slógu øll sølumet á Skarvinum eftir 33 ár, sum annar kendur Nolsøe klaksvíkingur átti.
Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen, Arnfríð Lútzen og Ingi Isaksen vóru stjørnurnar sum myndaðu pallin á føroyska spælistaðnum í Keypmannahavn.
Longu tíðliga leygarkvøldið var góður stemningur á Skarv, sum fekk vitjan ymiskum tilkomnum føroyingum og serliga vóru tað føroyskir bóndir, sum høvdu verið á skeiðið í Sweitz.
Tað Arnfríð og Rani sum løgdu støðið við sera vøkrum løgum. Ein kundi eins væl verið á konsert í Norðurlandahúsið og hoyrt sterku røddina hjá Arnfríð Lútzen. Síðan komu Steintór og Ingi á pallin og øll fýra framførdu góðar sangir frá Frændur og Kularøtur. Gestirnir lurtaðu still eftir hesum fólkaliga føroyska tónleikinum, sum hóskar til allar málbólkar.
Sum náttin leið dansaðu gestirnir óført til livandi tónleikin. Av reinari spæligleði so spældu Steintór, Rani, Arnfríð og Ingi hálvan annan tíma longur enn avtalaða tíðspunktið. Serliga Rani hevði eina turbinu sum bara rullaði í høgum geari við kendun útlendskum slagarum.
Parið ið eigur Skarvin eru Dánjal Petur Thorsteinsson úr Vági og kona hannsara Kirstin úr Klaksvík við gentunavnið Ziskason. Endin á kvøldinum var, at allar internar rekordir vóru slidnar á lítla føroyska Skarvinum aftaná 33 ár. Stuttligt at vita at eigari, tónleikur og bjórin koma úr Klaksvík.




