Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vil ikki hoyra taling um at linka krøvini í manningarlógini, soleiðis sum Vinnumálaráðið leggur upp til. Millum annað er ætlanin at geva Sjóvinnustýrinum heimild at broyta framtøkumegina í manningarskjalinum í mun til almennu tølini frá motorverksmiðjuni og harvið linka krøvini til maskinmenn og teirra førleikar.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vil ikki hoyra taling um at linka krøvini í manningarlógini, soleiðis sum Vinnumálaráðið leggur upp til. Millum annað er ætlanin at geva Sjóvinnustýrinum heimild at broyta framtøkumegina í manningarskjalinum í mun til almennu tølini frá motorverksmiðjuni og harvið linka krøvini til maskinmenn og teirra førleikar.
Stendur tað til Johan Dahl, vinnumálaráðharra, skulu verandi manningarkrøv í manningarlógini linkast munandi, men tað verður ikki uttan svørðslag, ger Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum greitt.
Maskinmeistarafelagið hevur fingið uppskotið um broytingar í manningarlógini til hoyringar, og tað eru serliga ætlaðu linkingarnar í krøvunum til talið av maskinmonnum og maskinførleikar, ið smakka felagnum sera illa.
Linkað krøv
Eftir uppskotinum skal tað nevniliga fram eftir bera til hjá Sjóvinnustýrinum at skriva eitt lægri tal fyri motorstøddina – framtøkumegina – í manningarskjalið og siglingarloyvisbrævið hjá einum skipi enn almenna talið frá motorverksmiðjuni, soleiðis at krøvini um maskinmanning og maskinførleikar kunnu linkast.
Í dag tilskilar § 2, pkt. 12 í manningarlógini, hvør motorstøddin á einum skipi er. Framtøkumegin og almenna orkuásetingin er definerað soleiðis í verandi lógarteksti:
””Framtøkumegi”: Øll tann samanlagda megin í kilowatt (kW), men soleiðis at brotin tøl falla burtur, um nøkur eru, við støðuga gongd á øllum maskinum, sum samstundis kunnu dríva skipið fram. Orkan verður ásett grundað á royndarflatutalvuna hjá motorverksmiðjuni, og verður hon at seta í siglingarloyvisbrævið og manningarskjalið.”
Men eftir broytingaruppskotinum skal hesin setingur leggjast afturat ásetingini:
“Er framtøkumegin støðugt lækkað, kann henda skrivast í siglingarloyvisbrævið og í manningarksjalið eftir avgerð og ásettum treytum frá Sjóvinnustýrinum.”
Kreativar snildir
Við øðrum orðum skal tað bera til at biðja Sjóvinnustýrið um at síggja burtur frá royndarflatutalvuni hjá motorverksmiðjuni, sum upplýsir veruligu framtøkumegina.
– Um ætlaða lógarbroytingin kemur ígjøgnum, kunnu reiðaríini bara biða Sjóvinnustýrið um at broyta almenna talið fyri framtøkuorkuna. Hetta skal bara tæna einum endamáli, at reiðaríið skal sleppa bíligari í maskinmanning. Tað kunnu vit yvirhøvur ikki góðtaka, og lógin bleiv í síni tíð broytt til verandi líki júst fyri at byrgja upp fyri sovorðnum kreativum snildum, sigur Páll Hansen.
Lógarbroytingin, hann sipar til, varð gjørd í donsku lóggávuni, meðan manningarlóggávan enn var danskt málsøki. Tann lógarbroytingin fylgdi so við, tá málsøkið varð yvirtikið á føroyskar hendur.
– Tað, sum ætlanin er við hesi lógarbroytingini, sum nú er sett út í kortið, er at bakka aftur í tíðina og fara yvir til norskar standardir við nógv linari krøvum til maskinmanning og maskinførleikar, enn vit hava. Í hesari bjansjuni eru norskir standardir lægsti felagsnevnari, sigur Páll Hansen
Bílagt arbeiði
Hann er sannførdur um, at broytingaruppskotið hjá Johan Dahl er bílagt arbeiði frá reiðarum.
– Vit síggja ongar sakligar grundgevingar fyri at linka krøvini. Okkara lóg er jú álík tí donsku, og í Danmark eru ongar ætlanir um at linka krøvini. Tvørturímóti ynskja myndugleikar og manningarfeløg í hinum Norðurlondunum – eisini í Noregi – og øðrum londum við at fáa somu ásetingar, sum vit hava, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
– Men vit hava trupulleikar við ávísum reiðaríum, sum ikki vilja góðtaka verandi lógarásetingar. Hesi brúka ikki ta manning, sum manningarlógin ásetir við støði í motorstøddini. Í staðin fyri at halda galdandi lóg, ganga tey á vinnumálaráðharran og Sjóvinnustýrið fyri at fáa lógina broyta, og tey tykjast fús at renna ørindi fyri hesar reiðararnar, sigur Páll Hansen.
Passivir myndugleikar
Í fjør boðaði Maskinmeistarafelagið fútanum frá, at línuskipini Klakkur í Klaksvík og Eivind úr Sandavági ikki høvdu hildið ásetingarnar í manningarlógini um minstakravið til maskinmanning.
Bæði skipini hava eina framtøkumegi omanfyri 750 kW, men undir 1500 kW, og skuldu tí sambært manningarskjølunum í minsta lagi verið mannað við einum maskinstjóra við sjóvinnubrævi sum skipsmaskinistur á 1. stigi og einum 1. meistara við sjóvinnubrævi sum skipsmaskinistur á 2. Stigi.
Við Klakki og Eivind luku mynstraðu maskinmenninir als ikki krøvini um vinnubrøv.
-Maskinmeistarafelagið hevur víst mýnduleikunum á hesi viðurskifti, men hóast áheitanir og áminningar, so tykjast mynduleikanir ikki at vilja avgreiða málini. Tvørturímóti hava vit staðfest, at Sjóvinnustýrið heldur fram við at loyva tí ólóliga virkseminum. Tað sær út sum, at Sjóvinnustýri arbeiðir eftir málsetninginum, at tað er betur at fáa skipini mannað en at halda lógina, og harvið legaliserar stýrið lógarbrot, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Skelkandi tilgongd
Umframt ítøkiligu ætlanirnar um at linka manningarkrøvini, er Maskinmeistarafelagið skelkað av mátanum, sum Vinnumálaráðið fremur lógarsmíð uppá, nú tað ætlar at skrumbla grundleggjandi broytingar av manningarlógini ígjøgnum, uttan at avvarandi feløg ella aðrir viðkomandi partar eru tiknir við upp á ráð í allari tilgongdini.
Maskinmeistarafelagið fekk fyri einum tveimum vikum síðani uppskotið um at broyta manningarlógina til hoyringar, men Páll Hansen heldur als ikki, at tað er nóg mikið, tá talan er um at fremja so víttfevnandi broytingar, sum uppskotið leggur upp til.
– Vit eru ein maritim tjóð burturav, og tí er manningarlógin ein sera týdningarmikil lóg hjá okkum. Men mannagongdin, sum her er nýtt fyri at linka krøvini í manningarlógini, má sigast at vera sera ódemokratisk, tí vit sleppa bara at gera viðmerkingar til eitt liðugt uppskot, sjálvt um limirnir í Maskinmeistarafelagnum er beinleiðis fevndir av hesi lógini. Vit fáa onki útdjúpandi at vita um, hvørjar hugsanir liggja aftanfyri ætlaðu broytingarnar, og hvør hevur funnið upp á tær. Vit kunnu bara gita, men endamálið tykist vera eittans, at lógliggera longu staðfest lógarbrot.
– Eg sigi bara, at um lógarsmíðið gongur soleiðis fyri seg á øllum økjum, so stendur illa til.
– Vit og aðrir partar – reiðararnir og hini manningarfeløgini – skuldu sjálvandi havt verið við saman í allari tilgongdini, men Vinnumálaráðið og Sjóvinnustýrið tykjast vera lútað fyri trýsti frá reiðarunum, sigur Páll Hansen.
Maskinmeistarafelagið sendi Vinnumálaráðnum sítt hoyringssvar til ætlaðu lógarbroytingina hósdagin.




