Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey norðurlendsku badmintonsersambondini savnaði saman í Føroyum fyri fyrstu ferð til Norðurlendsku ráðstevnuna 2015

Tíðindaskriv

Tey norðurlendsku badmintonsersambondini savnaði saman í Føroyum fyri fyrstu ferð til Norðurlendsku ráðstevnuna 2015.

Tey norðurlendsku badmintonsersambondini savnaði saman í Føroyum fyri fyrstu ferð til Norðurlendsku ráðstevnuna 2015.

Leygardagin 24. oktober var BSF fyri fyrstu ferð vertur fyri Norðurlendskari ráðstevnu – og í hesum sambandi vóru umboð úr Danmark, Norra, Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Føroyum savnaði saman í ÍSF-húsinum – bara Grønland var ikki umboðað á ráðstevnuni.

Danmark luttók við formanninum René Toft og Klavs Andreassen. Norra luttók við aðalskrivaranum Espen Larsen. Svøríki luttók við formanninum Mats Tippelin. Úr Finnlandi vóru formaðurin Tarmo Pipatti og aðalskrivarin Mika Heinonen. Úr Íslandi luttók Sigriður G. Bjarnadóttir. Úr Føroyum vóru formaðurin Erik E. Thomsen, næstformaðurin Bjørg Djurhuus og okkara nýggi aðalskrivari Mariann Øster.

Á ráðstevnuni blivu bæði politiskt og fyrisitingarlig mál viðgjørd og ymsar royndir blivu deildar millum tey, sum vóru á fundinum. Formaðurin Erik E. Thomsen bjóðaði gestunum vælkomnum og fortaldi um badminton í Føroyum. Hann fortaldi teimum um positivu menningina sum badminton í Føroyum í løtuni er í – ein positiv menning, sum kann avlesast í vøkstrinum av aktivum spælarum, serliga millum tey ungu, og stovanina av tveimum nýggjum feløgum í 2015 – Sandoyar Badmintonfelag og Badmintonfelagið Nápur(Runavík).

Sunnudagin 25. oktober skipaði BSF fyri útferð til Saksunar og Gjáar fyri teimum norðurlendsku gestunum. Og nú aftaná Norðurlendsku ráðstevnuna 2015 gleðist BSF um, at norðurlendska samstarvið er styrkt og at hugskot um menning av badminton eru blivin deild millum tey, sum vóru við til ráðstevnuna.