Longu nú er nógv virksemið í ítróttarthallunum í Klaksvík. Básarnir eru við at koma upp á pláss og summastaðni eru fólk um at verða liðugt við tað stórsta arbeiðið, ímeðan onnur ikki rættuliga eru byrjað enn.
Atlantic Fair verður stórt hesaferð. Undirtøkan hevur verið sera stór og allir básarnir eru seldir.
Sum nakað nýtt, so fer restaurant Fríða at skipa fyri hugnaligum kvøldum týskvøldi og mikukvøldi við live tónleiki og mongum øðrum, men meira um tað seinni.




