Millum nýggjastu húsini í býnum eru húsini hjá Andreas og Jorie sum higartil eru ovastu hús í býnum. Tað er alt truplar i at finna góð byggilendi til sethús í Klaksvík. Eingi komunal grundstykki eru eftir inni í býnum, og tær nýggju útstykkingarnar hjá kommununi eru norðuri undir Grashjalla.
Tó eru nógv grundstykki eftir í býnum, men hesi hava privatar eigarar.
Hægsta húsið í býnum
Men enn verður tó bygt aðrastaðni enn norðanfyri. Undir Brúnni síggjast eini nýggj prýðilig hús. Hetta er eisini ovasta húsið í bygdini íroknað tær nýggju útstykkingarnar undir Grashjalla.
Húsini vit tosað um eru húsini hjá Andreas Josephsen og Jorie Poulsen.
Týsdagin vóru vit ein túr inni á gólvinum og heilsaðu upp á teybaði, sum í hesum døgum stríðast við at fáa húsini somikið liðug at tey kunna flyta inn.
Fyrimunir og vansar
Húsini eru í tveimum hæddum, yvirhæddin er 136 m2 og kjallarin er 126 m2. Yvirhæddin er so at siga liðugt gjørd, meðan kjallarin verður bert innrættaður partvíst, greiður Andreas frá meðan hann vísir runt í húsinum.
Spurgdur um tað ikki er dýrt at byggja so langt uppi og í brattlendi, sigur hann at tað hevur sjálvandi sínar vansar.
"Eg plagið at siga at alt hevur sínar fyrimunir og vansar. Eg havi sjálvandi brúkt nógv meir grót enn tey sum byggja á slættlendi.
Tí havi eg eisini havt nakrar meirútreiðslur enn eg annars hevði havt, men eg haldi meg hava fingið nógv burtur úr."
Gjørt meginpartin sjálvur
Grundstykkið keyptið Andreas frá pápa sínum og fór undir útgrevsturin eitt ár frammanundan at sjálv húsabyggingin byrjaði. Húsini hava nú staði í gerð einar 8 mánaðar og hesa tíðina hevur Andreas, sum er timburmaður, sjálvur verið við í byggingini. Hann hevur havt hondverkarar afturat sær, men hann undirstrikar at tað hevði ikki verði gjørligt at farið undir hetta um hann ikki sjálvur kundi verða við.
"Eg havi sjálvandi verið við til at bygt nógv hús, men eg má ásanna at tað er munandi meira spennandi at byggja síni egnu hús, men nú er ikki sørt at eg eri koyrdur troyttur og tað einasta eg hugsið um í løtuni er at flyta inn."
Gott útsýni.
Andreas og Jori eiga tvær gentur, Marta og Oddvør, sum eru ávíkavist eitt- og trý ára gomul.
Higartil hava tey búð í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Andreasi, og tað er eingin loyna at tað verður ein stór broyting hjá teimum at flyta niðan undir Brúnna.
"Eg havi alla mína tíð búð niðri í buktini og har havi eg ongantíð sæð longri enn inn í garðarnar hjá grannunum. Tí hevur mær altíð dámt væl har sum fólk hava útsýni, og húsini vit nú hava bygt hava útsýnið um allan býin. Sjálvur trívist eg betur við útsýnið og haldið eg at tað er lívgan fyri sálina. Ein verður lættur og inspereraður av góðum útsýni. Harafturat trúgvi eg at tað er gott fyri børnini at koma niðan her, tí ferðslan er so at siga eingin og tey hava allan bøin og hagan at spæla í."
Fær skjótt nýggjar grannar.
Andreas sigur at tað vóru ikki sørt av fólki sum ristu á høvdinum tá hann byrjaði at grava út, og enn í dag kann hann møta fólki sum halda hann verða svakan.
Men tey sum hava verið inni á gólvinum hjá Andreasi hava tó øll verið sera positiv og nú ljóðar frá at onnur ætla at byggja á sama stað sum húsini hjá Andreasi standa.
Vit kunnu bert ynskja Andreasi og Jorie tillukku við húsunum, sum eftir okkara tykki teljast millum prýðuligastu húsini í bygdini.




