Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tey stóðu har og hugdu at

Jóhannes M.Olsen

 

Og teir sótu har og vaktu yvir Jesusi, fólki stóð og hugdi at. Og  teir sótu har og vaktu yvir Jesusi, fólki stóð og hugdi at. Og tey sum komu framvið spottaðu hann og ristu uppá høvdið, tví verið tær, tú sum brýtur niður Templi  og vilt byggja tað uppaftur eftir trimum døgum,frels nú teg sjálvan, ert tú sonur Guds, stíg so niður av krossinum !

 

Krossur Kristusar, gjørdist eitt samlingsstað fyri øll menniskjur. Nøkur vóru har vegna  sítt embætið onnur fyri at bera fram seinasta spottarins orð til Nasarearin. Men tey flestu vildu ikki nakað serligt bara standa og eygleiða, onnur av  forvitni, partíleys og holdningsleys vóru bert har, restin stóð og og hugdi at. Vit mugu viðganga at støðan í dag er á mangan hátt ikki so ókend okkara millum t.v.s. fleiritalið uttan um Jesu kors, ímillum spottarar hoyra tey møguliga ikki heima.

Men ein vil heldur ikki koma ov nær innara fylginum uttan um krossin ímillum tey sum luttaka í vannæru  er áskoðara plássi bestKristusar, vilja síggja men uttan nakra støðutakan rørast, men ikki grípast, men krossin ævigheits alvor flýggja tey fyri, avtíð er áskoðara plássi bset.”fólki stóð og hugdi at” meðan blóði fleyt frá pínslu fulla likami Jesusar, fái meg illa at hugsa at hatta skuldi verið tín og mín støða men ein kennur og veit um alt viðvíkjandi míni og tíni støðu.

Tað er okkara kongur í var og er útsettur fyri omanfyri nevndu pínslu viðferð. Nei læt okkum søkja til innara kretsin, har tey standa, sum hava ásanna okkum tørvar ein frelsara tey elska hann sum besta Vin. Vit vilja eisini sýggja hann frá hesum staðnum, sum tað Guds Lamb íð ber heimsins synd, hann sum deyðsdømdir Isralittar eina ferð festu síni eygu á og livdu, koparormin.Hann vilja vit festa trúðareyguni á og liva við honum.