Logikkurin hjá Anniku Mittún Jacobsen og Allani Dalsgarð er rættiliga stuttligur. Tey hava øgiliga ilt av, at fólk lurta eftir Rás2 og Lindini, serliga aftaná kl. 10.
Tí skjóta tey alt fýrverkið við teimum bestu innsløgunum av millum kl. 8 og 12. Men samstundis tvinga tey eina stóra rúgvu av fólki at sløkkja fyri útvarpinum, og at tendra fyri sjónvarpinum kl. 9.50. Hesi fara “av kanaluni” fyri at kunna hoyra morgunlesturin í sjónvarpinum, í fyrstu atløgu borðreiddur við einari royndarmynd aftur við. Og kanska tey verða “hangandi” á sjónvarpinum. Tí tað kundi hent seg, at tingmenn kjakaðust um morgunlesturin á “Tingvarpinum”, aftaná morgunlesturin. Annika og Allan bjóða bæði “Control E” og “Damage Control”, um somu klokkutíð.
Heri Simonsen
PS: Tey sum hava Televarp, síggja/hoyra eisini morgunlesturin.
EB: Okkara húski rindar eisini 3.500 kr. til Kringvarp Føroya




