Tað er hesa tíðina at ung í Føroyum fáa svar frá ymsu útbúgvingarstovnunum úr Danmark. Fyrr plagdu tey ungu at fáa postin og hava møguleikan at avheinta svarið longu 30. juli, men orsakað av nýggju sorteringsmaskinuni í Havnini, er hetta ikki møguligt longur.

Tað eru nógvar broytingar framdar innan postverkið seinastu árini. Nú verður alt sortera í Havn, allur posturin sum kemur til landið. Hetta verður gjørt við eini nýggjari maskinu, sum ikki arbeiðir líka skjótt sum fýra fólk, ið gjørdu hetta fyrr.
Trilvandi og spentir ungdómar, sum ætla sær niður til Danmarkar at nema sær útbúgving, eru sjálvsagt ótolnir.
Tó eru tað nakrir ungdómar, sum hava fingið svar, men tað er umvegis e-post.