Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey vælbjargaðu í Norðoyggjum og Vágunum skulu ikki sleppa undan bummgjaldinum

John William Joensen

Tað gjørdi landsstýrismaðurin í Tunnilsmálun, Henrik Old, greitt í løgtinginum. Sambandsflokkurin ætlar at tey fátæku og sum eru illa fyri og búgva í Suðuroynni og Sandoynni, skullu gjalda meðan tey ferðast við Strandferðsluni, samstundis sum tey vælbjargaðu, sum búgva í Norðoyggjum og Vágum skullu sleppa frá at rinda í undirsjóvartunnlinum, segði ein sera sintur landsstýrismaður frá tingsins røðarapalli.

Móttøkan, sum uppskotið hjá Sambandsflokkinum fekk i løgtinginum, um at viðra gjørdar avtalur og taka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin upp í landsvegakervið sum upprunaliga ætlað, var góð í samband við fyrstu viðger.

Men framsøgu kvinnan í Javnaðarflokkinum, Helena Dam á Nestabø, gjørdi greitt at hon var ímóti uppskotinum, har ætlanin er at lata allar bilaeigarar í landinum rinda fyri raksturin av tunnlunum gjøgnum vegskattin og bensin og disel avgjøld.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum var beinleiðis óður um uppskotið og førdi fram at hann arbeiddi við einari sokallaðar samhaldsfastari loysn, har tey sum ferðast við Smyril og øðrum skipum eisini sleppa undan at gjalda.

Hann gjørdi greitt at tey vælbjargaðu í Vágunum og Norðoyggjum skuldu ikki sleppa undan bummgjaldinum fyrr enn tey fátæku, tey sum vóru minni ment og sum búðu í Sandoynni og Suðuroynni, eisini sluppu undan at rinda fyri at sigla við Strandferðsluni.