Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey yngru byrja aftur mánadagin

Norðlýsið

Barna- og ungdómsvenjing hjá KÍ byrjar aftur mánadagin 7. august. Fyrstu kappingarnar verða longu næsta leygardag

Seinasta mánaðin hevur ungdómsvenjingin í KÍ ligið mest sum still. Nøkur lið hava verið í gongd í summar, men mánadagin kemur ferð á øll liðini aftur.

Tá byrjar venjingin hjá øllum teimum yngru liðunum aftur, og fyrstu kappingarnar verða leygardagin 12. august.