Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey yngstu møtast til Meistarastevnu í svimjing

John William Joensen

SUM Smáunglingameistarastevnan í svimjing verður í dag 25. apríl og leygardagin 26. apríl í svimjihøllini í Vági.

Hetta er meistarakappingin fyri tey yngstu, t.v.s. bólkarnar 1 og 2.  Bólkur 1 er árg 99 og yngri, og bólkur 2 er árg 97 og 98.

Ægir hevur 10 svimjarar við til kappingina og spenningurin er stórur.

Hesir svimjarir umboða ÆGIR
Bólkur 1:
• Erla Christiansen
• Ronja Eysturdal
• Ásbjørg Hjelm
• Kristian Gunnar Joensen
Bólkur 2:
• Jákup Andreasen
• Jákup Eysturdal
• Victoria Eysturdal
• Beinir Johannesen
• Martin Olsen
• Krista Mørkøre

Stevnan byrjar fríggjadagin kl. 17 og svomið verður nakað út á kvøldið.

Longu leygarmorgunin kl 9 leypa tey so aftur í hylin.
34 kappingar verða svomnar tilsamans.

Tá stevnan endar eitt sindur eftir middagsleitið, møtast øll í Auluni í Vágs skúla til eina hugnaliga løtu, har m.a. heiðursmerki verða handaði. Okkurt leskiligt verður at fáa og øll hava møguleikan at heilsa uppá hvønn annan í turrum umhvørvi.