SUM Smáunglingameistarastevnan í svimjing verður fríggjadagin 25. apríl og leygardagin 26. apríl í svimjihøllini í Vági.
Hetta er meistarakappingin fyri tey yngstu, t.v.s. bólkarnar 1 og 2.
Bólkur 1 árg 99 og yngri, og bólkur 2 er árg 97 og 98.
Stevnan byrjar fríggjadagin kl. 17 og svomið verður nakað út á kvøldið.
Longu leygarmorgunin kl 09 leypa tey so aftur í hylin.
34 kappingar verða svomnar tilsamans.
Tá stevnan endar eitt sindur eftir middagsleitið , møtast øll í Auluni í Vágs skúla til eina hugnaliga løtu, har m.a heiðursmerkið verða handaði,okkurt leskiligt verður at fáa og øll hava møguleikan at heilsa uppá hvønn annan í turrum umhvørvi.
Øll svimjifeløgini verða við : Ægir , FS , Reki , Skeggjar ,Flot , HS og Susvim.
Vinarliga
SSF/ svimjinevndin




