Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TF Holding 2,1 mia. kr. í eginpeningi

Oliver Joensen

Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur TF Holding, sum er eitt felag, hvørs endamál er at eiga m.a. dótturfeløg, umframt at gera aðrar íløgur. Eins og undanfarna ár, gjørdist 2012 eitt nøktandi ár fyri TF Holding.

TÍÐINDASKRIV 23. apríl 2013

TF samtakið 264 mió. kr. í avlopi

Ársfrásøgn fyri 2012 hjá TF samtakinum verður í næstu viku løgd fram á aðalfundi hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Úrslitið er góðar 264 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Talan er um eitt fíggjarliga sterkt samtak, sum eigur knappar 2,1 mia. kr. í eginpeningi og hevur eina fíggjarstøðu, ið javnvigar við umleið 10 mia. kr. Fáir skaðar og stórt íløguavkast frá partabrøvum í Grønlandsbankanum og Bakkafrost hava verið við til at skapa góða úrslitið.

TF Holding 2,1 mia. kr. í eginpeningi

Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur TF Holding, sum er eitt felag, hvørs endamál er at eiga m.a. dótturfeløg, umframt at gera aðrar íløgur. Eins og undanfarna ár, gjørdist 2012 eitt nøktandi ár fyri TF Holding.

Eftir skatt vísa uppgerðirnar, at móðurfelagið, TF Íløgur, FICG, Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar hava eitt jaligt úrslit, meðan Betri pensjón og TF Ognir havahall.

Hetta gav samtakinum eitt samanlagt avlop á 285 mió. kr. áðrenn skatt og 264 mió. kr. eftir skattog áðrenn minnilutaáhugamál, ið er parturin hjá Finansiel Stabilitet í Eik Banka og onnur minnilutaáhugamál.

Eginpeningur felagsins er nú knappar 2,1 mia. kr. Solvensurin hjá samtakinum er 34,6% í mun til kravið, ið er 8%. Talan er sostatt um tryggjasta og sterkastasamtakið í Føroyum.

Nøktandi ár hjá Tryggingarfelagnum Føroyum

Gongdin í árinum innan tryggingarvirksemi var rættuliga góð við fáum stórum skaðum. Eftir at talið av skaðum í 2011 øktist upp í umleið 14.300,tá ódnin Berit raktið landið, er talið aftur fallið til umleið 8.900 skaðar, sum er nakað undir skaðatalið fyri meðal skaðaár.

Tryggingarinntøkurnar í 2012 gjørdust 351 mió.kr., sum er nakað minni enn í 2011, tá inntøkurnar vóru 367 mió.kr. Minkingin uppá 16 mió.kr. í inntøkum skyldast í stóran mun, at skip, sum felagið tryggjaði, eru farin úr flotanum, umframt at príslækkingar eru framdar.

Úrslitið hjá Tryggingarfelagum Føroyum fyri 2012 varð eitt yvirskot á 60 mió.kr. í mun til eitt yvirskot uppá 4 mió.kr. í 2011.

Betri pensjón veksur støðugt

Stórar broytingar vórðu gjørdar í pensjónslóggávuni, herundir í skatting av pensjónsinngjøldum frá 1. januar 2012, sum ávirkaðu inntøkurnar hjá øllum pensjóns- og lívstryggingarmarknaðinum. Hóast hetta vuksu tryggingargjøldini hjá Betri pensjón. Samlaðu tryggingargjøldini fyri 2012, íroknað innskot og pensjón flutt frá øðrum feløgum, vóru 77 mió. kr ímóti 124 mió. kr. í 2011.

Tilgongdin av nýggjum kundum helt áfram í 2012. Við árslok vóru 7.521 persónar skrásettir kundar ímóti 3.221 í 2011. Hetta merkir, at umleið 30 % av øllum lønmótakarum í Føroyum eru nú kundar hjá Betri pensjón.

Samlaða avkastið av partabrøvum í 2012 var 10%, meðan avkastið av lánsbrøvum var 4%.

Rakstrarúrslitið hjá Betri pensjón í 2012 eftir skatt varð eitt hall á 2,5 mió. kr. ímóti einum halli á 7 mió. kr. í 2011.Mett verður, at ársúrslitið hjá Betri pensjón fer at javnviga í 2013.

Eik Banki hevur vent gongdini Longu annað virkisárið eftir endurstovnanina av Eik Banka er úrslitið vent frá halli til 77 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Fyri skatt, niðurskrivingar og javnan av kapitalpørtum varð úrslitið 130 mió. kr. í avlopi.

Fíggjarstøða bankans javnvigar við 8,2 mia. kr., samanborið við 7,8 mia. kr. við árslok 2011. Eginognin er 1,3 mia. kr., meðan innlán eru 6,5 mia. kr. Innlánini eru økt síðan árslok 2011 og eru hægri enn útlánini, sum við árslok 2012 vóru 4,9 mia. kr.

Solvensurin hjá bankanum er 23,3%, sum skal síggjast í mun til ein mettan solvenstørv upp á 12,6%.Gjaldførið er eisini gott. Bankin hevur ein yvirdekning upp á 297% í mun til lógarkravið.

Forstjóri fegnast um úrslitið

Regin Hammer, forstjóri í TF Holding, fegnast um ársúrslitið og sigur: “Hetta er besta úrslitið hjá samtakinum higartil. Samtakið er tí tryggari og sterkari enn nakrantíð áður. Hetta síggjavit á høga solvensinum og stóru eginognini. Tað kunnu vit øll sum felag, kundar og samfelag fegnast um. Okkara missión er jú at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.”