Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TF-VK 1: Jan Elmar vann og Julian nummar trý

John William Joensen

Leygardagin skipaði Roysnið fyri 1. umfari í TF-Vetrarkappingini 2015/2016 tá runnið bleiv Runt Agnið. Metstór luttøka bleiv við 106 luttakarum. 56 menn, 42 kvinnur og 8 børn. Treysti var væl umboðað og fekk góð úrslit. Veðurforsøgnin var onki at reypa av, men líkindini blivu væl betur enn væntað, hóast nakað av vindi og eittans lítið regnæl. Vegarbeiði fór fram á landsvegnum við Saltnes, og tí bleiv runnið eftir Rókavegnum frá Runavík og útum Saltnes. Tað innibar at teinurin var einar 50-100 metrar styttri enn undanfarin ár, tvs. umleið 10,2 km í mun til umleið 10,3 km. Børnini renna umleið 5 km.

 

Seinasta ár var opni bólkurin var sera opin, og var torført at spáa frammanundan hvør kom í topp 5. Hesuferð var onki undantak, og var væntað at kappingin fór at blíva ímillum Jan Elmar Sørensen og Julian Gregersen úr Treysti og so bragdarennararnar Eirik Hansen, Gudmund Joensen, Sam Vang, Henry Olsen og Martin Gravesen.

Beinanvegin vóru Jan Elmar, Julian, Eirikur og Gudmundur leysir frá restini. Komnir niðan á hægsta punkt vóru teir nokkso leysir og aftanfyri stríddust Henry, Martin og Gunnar Sivertsen, sum fyri fyrstu ferð rann vetrarkapping ímóti teimum vaksnu. Sam lá nakað aftari á veg niðan, men setti so ferð á í undanbrekkuni. Komnir oman til vegin móti Rituvík, tá hevði Gudmundur mist nakað, men stríddi seg fram aftur til teir fremstu. Sam hevði nú fingið fatur á Martin og Henry, meðan Gunnar hevði mist nakað og lá einar 200m frammanfyri Guttorm Sørensen.

 
Jan Elmar vann og…..    Julian gjørdist nummar trý

Eftir rundkoyringina í Runavík var greitt, at stríðið um tey fremstu plássini koma av verða ímillum Jan Elmar, Julian og Eirik. Komnir nakað longri mátti Julian sleppa, og nú stóð stríðið um fyrstapláss ímillum Jan Elmar og Eirik. Jan Elmar var tann stinnari móti endanum og vann sostatt 1. umfar í TF-Vetrarkappingini, og samstundis sín fyrsta sigur Runt Agnið. Tíðin hjá honum bleiv 37.07 min. Eirikur á øðrumplássi fekk 37.15 min. Julian tók tað róligt seinastu 1-2 kilometrar og rann seg til eitt trygt triðapláss við 38.07 min. 

 
Gunnar Sivertsen rann væl og gjørdist nummar átta og Guttorm Sørensen nummar níggju

Sam megnaði at fáa Gudmund aftur og komu teir á mál við ávikavist 38.19 min. og 38.25 min. Gunnar gjørdist nummar átta við 40.22 min. og Guttorm Sørensen nummar níggju við 40.56 min.

Tað gekk rættiliga væl hjá Treysti. Nógv settu persónligt met. Børnini runnu rættiliga góðar tíðir. Maria Biskopstø vann gentubólkin við 18.47 min. og Elin Kristina Ryan, sum bleiv nummar trý rann umleið 1½ min. skjótari enn seinasta ár. Hans Siverten rann nærum 3 minuttir skjótari einn seinasta ár og gjørdist nummar trý við 18.59 min.

Næsta umfar í TF-Vetrarkappingini verður Kerjarenningin, sum Hvirlan skipar fyri 21. november kl. 13.00.

Annars vóru úrslitini hjá Treysti hesi:

Menn
01  37.07 Jan Elmar Sørensen
03  38.07 Julian Gregersen (nr. 1 í mansunglingar)
08  40.22 Gunnar Sivertsen (nr. 2 í mansunglingar)
09  40.56 Guttorm Sørensen (nr. 4 í menn vet)
16  42.31 Heini Gregersen (nr. 10 í menn vet)
19  43.49 Kaj Dam (nr. 11 í menn vet)
22  44.12 Júst í Túni 
25  44.34 Andreas Josephsen (nr. 15 í menn vet)
26  44.38 Rani Nolsøe (nr. 2 í menn supervet)
35  47.17 Jan Matras (nr. 20 í menn vet)
41  48.53 Gunnar Simonsen (nr. 3 í menn supervet)
50  52.30 John Ryan 
53  53.17 Kristmar Johannesen (nr. 31 í menn vet)
54  55.06 Kristian í Lambanum (nr. 7 í menn supervet)

Kvinnur
11  52.59 Ingun Sørensen
15  54.31 Karin K. Petersen (nr. 9 kvinnur vet)
23  57.58 Jorie Josephsen
40  66.29 Susan Jacobsen (nr. 25 kvinnur vet)

Dreingir
3  18.59 Hans Sivertsen

Gentur
1  18.47 Maria Biskopstø
3  21.38 Elin Kristina Ryan

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

Harleywoodpaint