Leygardagin, í nógva vindinum, skipaði Bragdið fyri triðja umfari í TF Vetrarkappingini á Argjum. Runnið varð frá Skúlanum á Argjahamri, oman til Glyvursnes at venda og aftur, framvið skúlanum og niðanfyri bygningarnar undir Kongavarða, framvið vøllinum á Argjum og so niðan millum bygningarnar undir Kongavarða og so aftur á mál uttanfyri skúlan. Ein, eftir umstøðunum leygardagin, nokkso harður knappar 9 km túrur.
Treysti hevði nakrar luttakarar við, og stóðu teir seg allir væl, bæði yngri sum eldri.
Teir umleið 80 rennararnir spenna avstað í nógva vindinum
Treysti fekk eina góða byrjan í TF VK-1 Runt Agnið, í TF VK-2 við Kerjar gekk minni væl, men hesaferð gekk rættiliga væl hjá teimum “gulu úr Klakvík”.
Tá líkindini vóru, sum tey vóru, tvs. rættiliga nógvur vindur, so kemur beinanvegin taktikkur við í spælið, og tað bleiv tað so sanniliga til í oddinum leygardagin. Liðkappingin er eisini við til at geva sítt íkast til taktiska spælið.
Í kappingini hjá monnum bleiv lagt varliga fyri og vóru tað Jan Elmar Sørensen, Eirikur Hansen, Guðmundur Joensen og Julian Gregersen í løgdu seg á odda. Nakað aftari kom Martin Gravesen at liggja, og so var aftur nakað aftur til Gunnar Sivertsen, Guttorm Sørensen, Henry Olsen og Niels Poulsen.
Fýra teir fremstu fylgdust líka til teir vendu við AB-húsið, sjálvt um onkur ávegis royndi at seta eitt sindur av ferð á. Eirikur Hansen var tá fremstur av teimum, men tá teir komu niðan á Kongavarða settu Jan Elmar og Julian veruliga ferð á í nógva undanvindinum. Eirikur og Guðmundur megnaðu ikki at fylgja við, og tí bleiv tað til ein tvídyst ímillum Julian og Jan Elmar, um tey bæði fremstu plássini og hesaferð varð Julian tann stinnari, og vann hann við tíðini 34.06 min. bert eitt sekund frammanfyri Jan Elmar við 34.07 min. Nummar trý gjørdist Guðmundur við 34.15 min. meðan vinnarin frá seinast Eirikur mátti taka til takkar við fjórðaplássinum við 34.25 min.
Julian gjørdist triðji vinnarin higartil. Jan Elmar var beint aftanfyri. Guðmundur sást eisini aftanfyri
Martin Gravesen, sum rann púra einsamallur allan vegin, gjørdist nummar fimm við 35.50 min. Teir næstu fýra høvdu eisini sítt taktiska spæl. Tá teir komu framvið skúlanum royndi Henry at seta ferð á, men bert eina løtu og so vóru allir samlaðir aftur. Teir skiftust so um at føra, og nakrar hundrað metrar áðrenn AB-húsið var tað Niels í lá fremstur í mótvindinum og mótbrekkuni, og varð ferðin rættiliga lág einu løtuna. Einar 50 metrar áðrenn svingið við AB-húsið, gjørdi Guttorm eitt ordans rykk og var tað bert Gunnar í megnaði at fylgja við. Teir báðir settu so ferð á restina av teininum og hildu á mál, og varð tað Gunnar í gjørdist nummar seks við 36.35 min. og Guttorm nummar sjey við 36.37 min. Henry bleiv nummar átta við 36.46 min. og Niels nummar níggju við 36.56 min.
Heini Gregersen bleiv nummar 15 við 38.52 min., Kaj Dam nummar 20 við 39.56 min., Borgar Biskopstø nummar 23 við 41.00 min., Andreas Josephsen nummar 25 við 42.42 min., Rani Nolsøe nummar 26 við 43.01 min. og Gunnar Simonsen nummar 32 við 45.17 min. Íalt 45 menn gjøgnumførdu.
Í unglingabólkinum gjørdist Julian vinnari frammanfyri Gunnar. Guttorm bleiv nummar tvey í veteranbólkinum og Rani nummar tvey í superveteranbólkinum.
Hjá teimum 32 kvinnunum vann Rebekka Fuglø, við tíðini 38.57 min., ein tryggan sigur frammanfyri Rigmor N. Arge og Durutu R. á Lofti við ávikavist 39.58 min. og 41.11 min. Ingun Sørensen gjørdist nummar ellivu við 49.25 min, Karin K. Petersen nummar 13 við 51.01 min., Jorie Josephsen nummar 16 við 52.03. Anita Gregersen gjørdist nummar 21 við 54.47 min. og nummar tvey í unglingabólkinum.
Sama raðfylgja sum seinast: Rigmar (2), Rebekka (1) og Duruta (3)
Hjá dreingjunum, sum runnu umleið 3,3 km, megnaði Hans Sivertsen, við tíðini 14.07 min., at vinna sín allarfyrsta sigur í eini Vetrarkapping, og enntá rættiliga tryggan sigur á Dánjali Dahl Ljósheim við 14.37 min. Dánjal vann annars báðar tær fyrru kappinganar. Hans Erland Thomsen gjørdist nummar trý við 15.02 min.
Hjá gentunum gjørdust Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen nummar eitt og tvey við ávikavist 14.11 min. og 16.01 min. Maria vann ein rættiliga tryggan sigur, meðan Oddvør hevði ein harðari dyst við Unnu Ró Jacobsen um triðja plássið við 16.15 min.
Hans hevur gjørt framstig í ár og vann sína fyrstu vetrarkapping
Í liðkappingini hjá monnunum hevur Treysti I við Jan Elmar, Julian og Gunnar lagt seg á odda við 397 stigum eftir trý umfør, frammanfyri Bragdið I við 379 stigum, meðan Treysti II við Guttorm, Heina og Kaj vann seg upp á triðjaplássi, við 286 stigum, leygardagin. So nú eru veruligur spenningur í liðkappingini. Í liðkappingini hjá kvinnunum liggur Treysti I, við Rebekku, Ingun og Karin, á fjórðaplássi í løtuni.
Nú ferð TF Vetrarkappingin í jólafrí. Fjórða umfar verður leygardagin 16. januar vesturi í Vágum. Annars verður Nissurenning í Klaksvík 19. desember. Jólaaftan 24. desember verður Kirkjurenningin úr Kunoy til Klaksvíkar og Nýggjárshálvmaraton leygardagin 2. januar.
|
|||||
| Kvinnur opin bólkur (f. -1999) – ca. 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Árg. | Felag | |
| 1 | 38,57 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
| 2 | 39,58 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
| 3 | 41,11 | Duruta R. | Lofti | 1969 | Bragdið |
| 4 | 41,47 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
| 5 | 41,53 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
| 6 | 44,03 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
| 7 | 44,36 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
| 8 | 46,02 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
| 9 | 49,00 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
| 10 | 49,04 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
| 11 | 49,25 | Ingun | Sørensen | 1971 | Treysti |
| 12 | 50,21 | Bjørg | Nielsen | 1974 | Bragdið |
| 13 | 51,01 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
| 14 | 51,34 | Petra Mathilde | Jørs | 1995 | Onki felag |
| 15 | 51,47 | Cecilia | Arendal | 1957 | Hvirlan |
| 16 | 52,03 | Jorie | Josephsen | 1971 | Treysti |
| 17 | 52,21 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
| 18 | 52,36 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
| 19 | 53,25 | Anna maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
| 20 | 53,40 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
| 21 | 54,47 | Anita | Gregersen | 1995 | Treysti |
| 22 | 55,02 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
| 23 | 55,34 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
| 24 | 55,58 | Heidi | Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
| 25 | 56,08 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
| 26 | 56,10 | Alda í Ólavsstovu | Dam | 1970 | Bragdið |
| 27 | 56,42 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
| 28 | 57,01 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
| 29 | 58,06 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
| 30 | 58,35 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
| 31 | 67,17 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
| Menn opin bólkur (f. -1999) – 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 34,06 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
| 2 | 34,07 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
| 3 | 34,15 | Guðmundur | Joensen | 1983 | Hvirlan |
| 4 | 34,25 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
| 5 | 35,50 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
| 6 | 36,35 | Gunnar E. | Sivertsen | 1999 | Treysti |
| 7 | 36,37 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
| 8 | 36,46 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
| 9 | 36,56 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
| 10 | 37,46 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
| 11 | 37,57 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
| 12 | 38,24 | Uni | Joensen | 1969 | Frælsi |
| 13 | 38,30 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
| 14 | 38,40 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
| 15 | 38,52 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
| 16 | 39,22 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
| 17 | 39,27 | Andrass | Joensen | 1963 | Bragdið |
| 18 | 39,30 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
| 19 | 39,32 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
| 20 | 39,56 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
| 21 | 40,15 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
| 22 | 40,23 | Páll H. | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
| 23 | 41,00 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
| 24 | 41,35 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
| 25 | 42,42 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
| 26 | 43,01 | Rani | Nolsøe | 1959 | Treysti |
| 27 | 43,19 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
| 28 | 43,43 | Rói Herup | Olsen | 1983 | Bragdið |
| 29 | 43,56 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
| 30 | 44,47 | Sverri | Steinhólm | 1963 | Bragdið |
| 31 | 45,00 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
| 32 | 45,17 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
| 33 | 45,37 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
| 34 | 45,59 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
| 35 | 46,19 | Niclas | Joensen | 1963 | Hvirlan |
| 36 | 46,26 | Steingrímur | Hallson | 1997 | Bragdið |
| 37 | 46,31 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
| 38 | 46,34 | Sverri | Eriksen | 1974 | Onki felag |
| 39 | 46,46 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
| 40 | 46,55 | Bent.H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
| 41 | 47,20 | Kristin | Kristiansen | 1980 | Onki felag |
| 42 | 48,31 | Jóanes | Ortind | 1951 | Bragdið |
| 43 | 48,57 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
| 44 | 51,34 | Fríðrikkur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
| 45 | 53,51 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
| Kvinnuunglingar (f. 1995-1999) – 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 51,34 | Petra Mathilde | Jørs | 1995 | Onki felag |
| 2 | 54,47 | Anita | Gregersen | 1995 | Treysti |
| Kvinnur veteranar (f. 1961-1970) – 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 39,58 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
| 2 | 41,11 | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið |
| 3 | 41,47 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
| 4 | 44,03 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
| 5 | 44,36 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
| 6 | 46,02 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
| 7 | 49,00 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
| 8 | 49,04 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
| 9 | 51,01 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
| 10 | 52,21 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
| 11 | 52,36 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
| 12 | 53,25 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
| 13 | 55,02 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
| 14 | 56,08 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
| 15 | 56,10 | Alda í Ólavsstovu | Dam | 1970 | Bragdið |
| 16 | 58,35 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
| Kvinnur superveteranar (f. -1960) – 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 51,47 | Cecilia | Arendal | 1957 | Hvirlan |
| 2 | 53,40 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
| 3 | 56,42 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
| 4 | 57,01 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
| 5 | 58,06 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
| 6 | 67,17 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
| Mansunglingar (f. 1995-1999) – ca. 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 34,06 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
| 2 | 36,35 | Gunnar E. | Sivertsen | 1999 | Treysti |
| 3 | 39,22 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
| 4 | 46,26 | Steingrímur | Hallsson | 1997 | Bragdið |
| Menn veteranar (f. 1961-1970) – 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 35,50 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
| 2 | 36,37 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
| 3 | 36,46 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
| 4 | 37,57 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
| 5 | 38,24 | Uni | Joensen | 1969 | Frælsi |
| 6 | 38,30 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
| 7 | 38,40 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
| 8 | 38,52 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
| 9 | 39,27 | Andrass | Joensen | 1963 | Bragdið |
| 10 | 39,30 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
| 11 | 39,56 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
| 12 | 40,15 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
| 13 | 40,23 | Páll H. | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
| 14 | 41,00 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
| 15 | 41,35 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
| 16 | 42,42 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
| 17 | 43,19 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
| 18 | 44,47 | Sverri | Steinhólm | 1963 | Bragdið |
| 19 | 45,00 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
| 20 | 45,37 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
| 21 | 45,59 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
| 22 | 46,19 | Niclas | Joensen | 1963 | Hvirlan |
| 23 | 46,31 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
| 24 | 46,46 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
| 25 | 48,57 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
| 26 | 51,34 | Fríðrikkur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
| Menn superveteranar (f. -1960) – ca. 8,9 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 39,32 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
| 2 | 43,01 | Rani | Nolsøe | 1959 | Treysti |
| 3 | 43,56 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
| 4 | 45,17 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
| 5 | 46,55 | Bent.H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
| 6 | 48,31 | Jóanes | Ortind | 1951 | Bragdið |
| 7 | 53,51 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
| Dreingir – ca. 3,3 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 14,07 | Hans Ei. | Sivertsen | 2001 | Treysti |
| 2 | 14,37 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
| 3 | 15,02 | Hans Erland | Thomsen | 2003 | Bragdið |
| Gentir – ca. 3,3 km | |||||
| Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
| 1 | 14,11 | Maria | Biskopstø | 2002 | Treysti |
| 2 | 16,01 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
| 3 | 16,15 | Unna Ró | Jacobsen | 2002 | Bragdið |








