Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

The Bubliners

Hannefíða Joensen

Nú verður aftur høvi at njóta eitt frálíkt kvøld við sangi, skemti og tólnleiki av tí slagnum sum okkum føroyingum dáma best.

Nú verður aftur høvi at njóta eitt frálíkt kvøld við sangi, skemti og tólnleiki av tí slagnum sum okkum føroyingum dáma best.

Leygarkvøldið tann 20 apríl verður ìtróttarhøllin á Giljanesi nevniliga karmur um eitt megnar tiltak við teim føroysku Dubliners,”The Bubliners”.

Tað eru nakrir grandvaksnir garpar av tónleikapallinum sum hava funnið saman í ein superbólk at spæla írskan musikk.

Frontfigururin er eingin mætari enn okkara góði gamli Robert Mc’birnie, kendur frá stórt sæð øllum sum hevur við tónleik at gera her á landi. Harnæst koma Sámal, Ronnie, Hans Hjalti, Kaj og frálíki troubadururin Petur Bærentsen. Allir sera royndir og garvaðir tónleikarar og sangarar.

Eisini eru Robert og Hans Hjalti skemtarar av einari aðrari verð, so lagt er upp til eitt minniligt kvøld.

Seinni á kvøldi fer føroya besti dansibólkur Chill at spæla til dans til den lyse morgen.

Tað eru somu fyriskiparar sum skipaðu tey sera vælumtóktu kvøldini við ”Stuttligasta borðhaldi” og ”The Beatles”, sum standa aftanfyri tiltakið, og hava teir lova, at hettar tiltakið ikki skal standa aftanfyri hesi kvøld. Høvi verður eisini at keypa lættari rættir og drekka í høllini.

Tiltakið byrjar kl 21.30 og dyrnar lata upp kl 21.00.

Atgongumerki vera at fáa á ebillett.fo, og frá fríggjadegnum Í FK í Miðvági og Sandavági,

PE í Sørvági, Effo støðunum í Leirvík og Klaksvík og í kunningarskivuni í Tórshavn

kstn er 260 kr í forsølu og 300,- við dyrnar