Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldið hin 18. juni 2014 innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprestur. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir og setir sóknarprestin í embætið, tá ið formligu viðurskiftini eru greidd.
| Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldið hin 18. juni 2014 innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprestur. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir og setir sóknarprestin í embætið, tá ið formligu viðurskiftini eru greidd. Prestagjaldið er tað yngsta í landinum og hevur tvær kirkjusóknir, Hoyvík og Kaldbak. 4 umsøkjarar vóru til embætið. Sunnudagin 6. september 2014 skipar Uni Næs dómpróstur Theodor í kallið við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju kl. 11. |




