Lat teg kanna og fá svar sama dag.
Vit hava fingið fleiri áheitanir um at gera koronukanningar í Klaksvík um jólini.
Í góðum samstarvi við Klaksvíkar Kommunu hava vit fingið innivist í KÍ høllini – inngongd frá Bøgøtu
Opið er:
24., 26., 27. og 31. desembur frá kl. 8 til 9.
Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð – ein skal bert skráseta seg á heimasíðuni coronatest.fo og møta upp.
Thetis brúkar altjóða viðurkenda og mest tryggja háttin at greina fyri koronu sonevndi, RT-PCR hátturin.
So kunnu vit øll hava eini gleðilig jól.



