Um góðan tíma kemur Thomas Nygaard sum Jógvan Pauli í Kongsstovu og Hans Jacob Vitalis hava keypt á Klaksvík
Thomas Nygaard er bygdur á Vestmanna Skipasmiðju í 1972.
Tá vit hittu Jógvan Paula í Kongsstovuni í morgn var hann staddur umborð á Thoms Nygaard á veg til Klaksvíkar.
– Báturin er klárur at fara til fiskiskap so tað einasta vit fara at gerða er at mála KG á bógvin.
– Báturin fer framhaldandi at eita Thomas Nygaard og hann yvirtekur loyvini hjá Barinum, sum óivað fer av landinum.
Jógvan Pauli í Kongsstovu sigur at 14 mans verða við línubátinum Thomas Nygaard sum fer til fiskiskap fyrsta dagin
Tað er sp/f 4. juli 2008 sum eigur Thomas Nygaard og tað er sum omanfyri nevnt Jógvan Pauli í Kongsstovu og Hans Jacob Vitalis sum eiga felagið.




