Seinastu dagarnar hava flestu línubátar ligið við bryggju, men so skjótt sum streymurin linkar verður farið aftur til fiskiskap
Í morgun landar Thomas Nygaard 75.000 pund av miðalstórum toski til Northern Fish Cold Storage í Klaksvík.
– Hóast tað sær ljósari út í løtuni so eru vit framvegis í einum djúpum aldudali, sigur Antonius Olsen, sum saman við dóttrini Elsubeth Poulsen, rekur Northern Fish Cold Storage í Klaksvík.
– Bátarnir sum hava landað til okkum hava fyri tað mesta verið undan Íslandi og tí hevur gingið umleið 14 dagar ímillum landingarnar, men nú er komin meira drivt í aftur.
– Hetta er besta fiskitíð og fiskaprísirnir hava eisini verið væl brúkiligir. Samanborið við undanfarin ár, eru vit tó langt aftan fyri, og vit kunnu bara staðfesta at enn eru vit í einum dúpum aldudali, sigur Antonius Olsen.
Í morgun landar Thomas Nygaard 580 kassar av miðalstórum toski, sum er umleið 75.000 pund.
Karlamagnus og Havsbrún hava somuleiðis landað umleið 38.000 pund av upsa til NFCS.




