P/F Thor Fisheries, eitt dótturfelag hjá P/F Thor, hevur gjørt avtalu um keyp av tveimum stórum frystitrolarum,
P/F Thor Fisheries, eitt dótturfelag hjá P/F Thor, hevur gjørt avtalu um keyp av tveimum stórum frystitrolarum, Hercules og Poseidon. Teir eru 105 metrar langir, 20 metrar breiðir og hava hvør sín 8050 HP Wartsila motor. Hesi skip eru av sonevndu Vigo-seriuni, sum eru 15 systurskip bygd í Vigo, Spania í tíðarskeiðinum 1991 – 1995. Eitt av hesum systurskipum er M/V Athena, ið hevur føroyskt flagg og sum Thor frammanundan er partaeigari í og reiður út fyri.
Fiska í Stillahavinum
Skipini eru í Panama í løtuni og tað fyrra skipið (Poseidon) bleiv yvirtikið í gjár, 29. januar. Seinna skipið (Hercules) verður væntandi klárt til yvirtøku síðst í februar. Bæði skipini komu frá fiskiskapi í Stillahavinum í desember 2006, og fara ætlandi aftur til fiskiskap í februar/mars. Talan er um fiskiskap eftir rossamakreli í altjóða sjógvi uttanfyri suðuramerikansku vesturstrondina.
Heilfrysta umborð
Rossamakrelurin verður heilfrystur, pakkaður umborð og síðani fluttur beinleiðis inn á marknaðin í fraktskipi. Dagliga framleiðsluorkan hjá skipunum er um 280 tons hvørt av liðugtvøru.
Altjóða manning
Manningartalið kemur at liggja um 120 mans á hvørjum skipi í senn. Talan verður um eina blandaða manning frá Føroyum, Noregi, Russlandi, Kina o.a.
Føroyskt flag
Skipini koma at sigla undir føroyskum flaggi og verða skrásett í Hósvík, har Thor hevur sítt høvuðssæti. Umsitingin av skipunum verður somuleiðis í Hósvík.
Føroysk fígging
Føroyskir fíggingarstovnar við EIK á odda, hava víst stórt áræði, soleiðis at talan er um føroyska fígging burtur av. Samlaði keypskostnaðurin fyri bæði skipini liggur um 300 mió. krónur.
Føroyskir veitarar
Fleiri føroyskir veitarar standa seg væl í altjóða kapping, eitt nú verður meginparturin av trolútgerðini keyptur frá Vónini og skipini tryggjað hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.




