Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Thorvald er ársins leikari

Jákup Ósá

Mjølnir leikarin er valdur til besta leikaran í kappingini hetta kappingarárið.

 

 

FBF skrivar soleiðis: 

Á gallaveitslu í Havn, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipar fyri, er júst avdúkað at Anja S. Danielsen, Fleyr, og Thorvald Danielsen, Mjølnir, gjørdist ársins leikarar í 2017/18 í flogbóltinum.

Magnus Tausen hevur júst avdúkað hetta á veitsluni, og hevur henda teimum heiðursplátu.

Anja S. Danielsen hevur spælt sum kantáleypari hjá Fleyr, og hevur havt stóran lut í FM- og Steypaheitinum hjá felagnum í ár.

Thorvald Danielsen hevur spælt sum hevari hjá Mjølnir, og hevur verið við til at borið Mjølnir fram á fremstu rók í ár. Thorvald gjørdist skaddur miðskeiðis í kappingarárinum, og hevur ikki leikt við Mjølni aftur fyrr seinast í kappingarárinum, og hetta var júst tað sum manglaði, fyri at fáa Mjølnir í FM-finalurnar, har teir vunnu silvur.

Vit ynskja Thorvald og øllum hinum vinnarunum til lukku við heiðrinum. Sí myndirnar niðanfyri