Norðlýsið hevur tosað við Thorvald Danielsen, hevara og liðskipara hjá Mjølnir undan brakinum í Badmintonhøllini í annaðkvøld
Vit vitjaðu í Badmintonhøllini har Mjølnir menninir vóru í full drønn við eina venjing. Teir arbeiða miðvíst, eins og teir hava gjørt í alt ár. Venjarin Cristian Imhoff koyrir á leikararnar. Liðið er ein góð blanding av sera rutineraðum leikarum, síðani leikarum, sum hava leikt í nøkur ár og eisini fleiri heilt nýggjum leikarum.
Thorvald Danelsen er liðskipari og hevur verið í mongum vási fyrr. Hann spælir sum hevari og hevur harvið leiklutin sum strategur, ið spjaðir spælið hjá Mjølnir.
– Hetta er fyrsta finalan, sum nakrantíð hevur verið í Klaksvík. Vit eru spentir til stóra dagin. Hetta er tað vit hava bíða eftir og slíkar dystir droyma vit um. Vit hava vant hart í alt ár og vit gleða okkum, at vísa øllum Klaksvíkiingum hvør dugur er í okkum. sigur Thorvald.
– Tað hevur stóran týdning at vit vinna fyrru finaluna. Vónandi møta nógvir áskoðarar upp í annaðkvøld. Stuðulin gevur okkum eyka orku og eldhuga til spæla okkara besta, sigur Thorvald Danielsen við at enda Norðlýsið.
Dysturin verður í Badmintonhøllini mikukvøldi og byrjar kl. 19.30


