Nú fyrrverandi liðskiparin hjá B68 greiðir frá, hví hann hevur skift til NSÍ.
Í dag spældi André Olsen við 1.deildarliðnum hjá NSÍ. 25 ára gamli miðvallarleikarin er annars uppvaksin í B68, og har var hann eisini liðskipari hjá besta liðnum fyrstu 6 umførini í ár. Seinastu umførini hevur hann ikki spælt, og nú er greitt, at hann hevur skift til NSÍ.
Hví NSÍ?
André Olsen hevur ongar viðmerkingar uppá spurningin um, hví hann ikki longur er í B68. Men hví valið fall á arvafíggindarnar úr NSÍ, nú hann hevur skift felag, so var tað upplagt, heldur hann.
– Orsøkin er, at tað er lættast hjá mær at skifta til NSÍ av praktiskum orsøkum. Eg búgvi á Toftum og havi tí stuttan veg til venjing, sigur André Olsen við Norðlýsið. Hann sigur, at í fyrstu syftu spælir hann við 1.deild hjá NSÍ, men gongur eftir ætlan, so verður hann møguliga partur av Effohópinum seinni.




