Formaðurin í ÍF greiðir frá, hví Høgni Madsen ikki verður partur av ÍF, men heldur EB/Streymi í 2014. Nýggjur leikari venur við ÍF.
Tað er ikki so vanligt, at fuglfirðingar ikki spæla við ÍF. Men í ár verður í øllum førum ein, sum ikki fer at spæla við ÍF, tí Høgni Madsen hevur gjørt sáttmála við EB/Streym.
Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF greiðir soleiðis frá:
– Høgni búr niðri og verður bara heima í pørtum av árinum. Vit hava fingið leikarar inn ístaðin fyri hann í Karl Løkin og Kristoffur Jakobsen, so vit fara ikki at fylla hópin bara fyri at fylla hann. Men alt er gjørt í sátt og semju við Høgna og sjálvandi var hann vælkomin at spæla við okkum, um hann hevði hug til tað. Men tað vóru ongar konkretar samráðingar millum ÍF og Høgna. Síðani boðaði hann frá, at hann hevði valt at taka av einum tilboði frá EB/Streymi. Longri er søgan ikki, sigur Magnus Jørmundsson við nordlysid.fo.
Nýggjur leikari venur við
Hann sigur víðari, at ÍF framvegis hevur eyguni opin fyri at fáa ein verjuleikara í hópin fyri Jan Ellingsgaard.
– Hugt verður í Føroyum, men møguleikarnir tykjast avmarkaðir í løtuni, sigur Magnus. Í løtuni venur eisini ein leikari við, sum ikki hevur spælt við ÍF áður. Tað er 19 ára gamli Allan J. Hansen, sum annars altíð hevur spælt við EB/Streymi, har hann fyri tað mesta hevur spælt við 1.deild. Hann spælir við ÍF mánakvøldið, tá fyrsti venjingardysturin hjá ÍF verður á skránni, tá ÍF-Skála spæla í Fuglafirði, sigur Magnus Jørmundsson.




