Árnfirðingur plagar at kappast heilt frammi í oddinum, men soleiðis var ikki í dag.
Árnfirðingur endaði aftast hjá 8-mannaførunum. Heili 19 sekund aftanfyri fremsta bátin.
Árnfirðingur hevur annars verið væl við í kappingini um fremsta plássið til undanfarnu róðrar. M.a. var Árnfirðingur trý sekund aftanfyri vinnandi bátin í Hósvík mikukvøldið. Men í dag gekk illað og beinanvegin sást, at Árnfirðingurin hevði trupulleikar. Og tað finst ein orsøk fyri hesum. Tí í fyrsta takinum brotnaði ein ár, og tí mátti Árnfirðingur rógva við 7 monnum ístaðin fyri 8. Tofta Regin vann róðurin hjá 8-mannaførum.




