Fleiri feløg hava víst áhuga fyri Bárði J. Hansen, sum ikki heldur fram í Fremad Amager.
Í morgun skrivaði bold.dk, at Bárður J. Hansen ikki helt fram í Fremad Amager. Har stóð, at hann av persónligum orsøkum fór aftur til Føroyar, men tað er ikki vist, sigur Bárður.
– Tað vóru ymisk viðurskiftir uttanfyri vøllin, sum felagið ikki fekk uppá pláss, ið gjørdu at eg ikki helt fram. Fleiri feløg hava víst áhuga, men eg fari ikki at taka nakra avgerð enn. hvar eg spæli næsta ár. Eg veit ikki um tað verður útlandi ella Effodeildin. Og ei heldur um tað verður, arbeiði ella lesnaður. Eg fari at brúka komandi vikurnar til at hugsa um støðuna, sigur Bárður J. Hansen við Norðlýsið.
Hóast 24 ára gamli Bárður í fleiri ár hevur verið millum yngru leikararnar í Effodeildini, so er hann longu millum teir royndu. Hann fekk sínar fyrstu dystir í bestu deildini longu í 2008 og hevur spælt 179 dystir í Effodeildini. Hann hevur m.a. vunnið føroyameistaraheitið í 2016 og løgmanssteypið í 2015, 2014, 2013 og 2012 við Víkingi. Hann hevur seinastu tíðina eisini verið fastur partur av A-landsliðnum.




