Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí kom telduposturin aftur í høvdið hjá fleiri

Jákup Ósá

Steypafinalan: Feilurin er funnin og nú ber til at melda til aftur.

Í gjár skrivaðu vit, at tað var klárt at senda teldupost til Norðoya Kunningarstovu fyri at melda seg til túrin við Smyrli til steypafinaluna 27. august. 

Men Norðoya Kunningarstova hevði av misgáum gjørt eitt lítið mistak, tí teldupost bústaðurin stóð til at vera info@klaksvík.fo. Men rætti telduposturin var og er info@klaksvik.fo og ikki Klaksvík við í. Sostatt skuldi eingin ivi verið, um ein sendur til info@klaksvik.fo framyvir fyri at leggja pláss av.

Nú er klárt at melda til túrin við Smyrli tann 27. august.

Í samband við steypafinaluna millum KÍ og Víking 27. august siglir Smyril úr Klaksvík til Tórshavn.

Ferðaseðlar kunnu bíleggjast við at senda ein teldupost við navn, tlf. og hvussu nógvar ferðaseðlar ein ynskir til info@klaksvik.fo, skrivar Norðoya Kunningarstova, ið tekur sær av ferðaseðlunum. Smyril tekur 975 fólk.

Smyril siglir av Klaksvík leygardagin 27. august kl. 14.00 og av aftur Havnini kl. 21.00. Finalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og Víking byrjar á Tórsvølli kl. 18.00. Prísurin er 100 kr. fyri hvønn persón og tann prísurin er galdandi fyri báðar vegir. Vaksin og børn gjalda tað sama.