Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí sat Klettskarð uttanfyri

Jákup Ósá

Fá her frágreiðingina um, hví toppskjúttin í Effodeildini byrjaði á bonkinum móti B36.

         Vit hava havt nógvar dystir seinastu tíðina ogeg føldi, at nakrir leikarar høvdu brúk fyri hvíld, sigur Páll Guðlaugsson umavgerðina at seta toppskjúttan í Effodeildini á bonkin til dystin móti B36.

Tá KÍ liðið byrjaði upphitingina í stevnudystinum móti B36undraði tað mong, at báðir toppskjúttarnir í Effodeildini byrjaðu uttanfyri.Páll A. Klettskarð og Álvur Christiansen hava tilsamans skorað 13 av teimum 25málunum hjá KÍ í ár. Páll Guðlaugsson er venjari hjá KÍ og hann greiðirsoleiðis frá avgerðini.

           – Vit hava havt nógvar dystir seinastu tíðina ogleikararnir vóru rættuliga troyttir nú. Serliga Álvur Christiansen hevði brúk fyrihvíld, tí hann hevur havt trupulleikar av skaða seinastu tíðina. Páll bleiveisini settur á bonkin vegna mongu dystirnar. Vit meta okkum hava ein breiðanhóp og uttanlanda sær man lið brúka umleið 20 leikarar, um teir spæla nógvar dystireina viku. Vit skiftu tveir leikarar. Hendan avgerðin var gjøgnumhugsað, og eg hevði gjørt tað sama, um eg skuldi tikið avgerðina umaftur, sigur Páll Guðlaugsson.


Saknar eina linju

Eftir dystin móti B36 var KÍ venjarin alt annað enn nøgdur. Hann var sera ónøgdur við ein dóm í dystinum.

           – Eg haldi, at tað er átaluvert, at eingin av teimum 4dómarunum sá, at eitt sólarklárt fríspark bleiv gjørt móti Gunnar Christiansenvið seinna málinum. Eg skilji ikki, hvussu ein kann umganga at síggja hatta. Sumheild sakni eg ein dialog við dómarar og eina linju. Hygg eftir okkara dystumsum t.d. móti ÍF í Fuglafirði og HB í Klaksvík. Har vóru rættuliga avgerandiavgerðir, ið gingu ímóti okkum. Annars skal hetta als ikki skiljast sum, at vittaptu móti B36 vegna dómaran. Tað gjørdu vit ikki, tí vit høvdu ein ringan dag,sigur Páll Guðlaugsson.

Hann heldur annars, at framgongd og menning er at síggja á ungaKÍ liðinum og at FM heitið als ikki er avgjørt.

           – Kappingin byrjar í mars og endar í oktober. Sotað er einki, sum verður avgjørt fyrst í juni. Vit taptu fyri fyrstu ferð ílanga tíð og nú skulu vit reisa okkum aftur. Eg haldi, at vit vísa betri avrikenn í fjør og at liðið er í framgongd. Vit eru enn við í steypakappingini ogtað vóru vit ikki í fjør um somu tíð, sigur KÍ venjarin við Norðlýsið.